Lýsing
Lýsing
Lýsing
ViðHálvfinalan millum Ranju Joensen, KBF, og Miriam í Grótinum, HBF.

Fyrstu fýra FM finalistarnir í badminton

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.04.2024 - 07:24 Ítrottur Tíðindi

Innleiðandi dystirnir í einmansleiki í Kontrast FM blivu leiktir í Badmintonhøllini annan páskadag. Heili tríggir leikarar vunnu sær finalupláss á fyrsta sinni: Fai Yin Wong, Rúni Øster og Sanna Thorkildshøj, øll úr HBF.

 

 

Tað eydnaðist Miriam í Grótinum, HBF, at endurvinna finalusessin við at vinna á unga stjørnuskotinum Ranju Joensen úr KBF í tveimum settum í tí einu hálvfinaluni. Seinna settið bleiv sera spennandi, har 14 ára gamla Ranja førdi tað mesta av settinum, men til síðst kom Miriam á odda og vann 22-20.

Bæði Wong og Rúni Øster hava hvør sær áður luttikið og vunnið FM finalu í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, men hetta er fyrstu ferð, at teir báðir skulu dystast um FM heitið í einmansleiki hjá monnum. Sanna Thorkildshøj luttekur á fyrsta sinni í eini FM finalu, tá hon leygardagin skal spæla ímóti verandi føroyameistaranum í einmansleiki, Miriam í Grótinum.

Mikudagin verða innleiðandi dystirnir í tvímansleiki, meðan síðstu finaluluttakararnir í blandaðum tvímansleiki verða funnir fríggjakvøldið. Hetta verður eisini í Badmintonhøllini í Havn.

Leygardagin frá klokkan 10 verða finalurnar í Kontrast FM leiktar í Høllini á Hálsi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing