Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menninir frá bátsvanlukkuni við Stengarbátinum vóru uppkallaðir

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  02.04.2024 - 14:30 Tíðindi

Tvey av hesum trimum vesaligu sambygdu húsunum á Stongunum í Klaksvík vóru rakt av bátsvanlukkuna við Stengarbátinum í 1883, tí tveir av manningini, sum búðu í tveimum teimum sunnastu húsunum, vóru við á ferðini.

 

Kollfara-Jógvan, sum búði í teimum mittastu húsunum, var tann einasti, sum kom frá bátsvanlukkuni við lívinum, meðan Niels Volles, sum búði í tí sunnasta partinum, og sum var sonur Skipar-Hansen, sjólætst saman við seks øðrum monnum. Í teimum norðastu húsunum búði Sámal Jákup Samuelsen, sum var beiggi Kollfara-Jógvan.

Teir vóru farnir til Havnar henda morgunin um 10-11 tíðina, og Jóan Petur á Stongunum, sum átti bátin, var við á ferðini, men hann skuldi ikki við norður aftur. Teir komu til Havnar um fimm tíðina seinnapartin, har teir steðgaðu einar tríggjar tímar. Tá teir fóru av Havnini var ein ond beint lágt, men teir høvdu ikki seglið á, fyrr enn teir komu norður móti Eystnesi. Komnir norður í Leirvíksfjørð, gekk hann eysturá, men tá kom seglið rangt, og báturin fór runt so knappliga, at ongin gáaði eftir tí. Tríggir mans komu á kjøl í fyrstu syftu, men báturin fór runt fleiri ferðir, og endin var, at tað bara var Kollfara-Jógvan, sum kom frá tilburðinum við lívinum.

Kollfara-Jógvan giftist um 1878 við Mariu Heinesen úr Elduvík. Tey høvdu bæði frammanundan tænt í Mikladali, og búsettust á heysti í 1879 á Stongunum, har Jógvan fekk eina hálva trøð. Tey fingu fimm døtur, sum fingu nógvar eftirkomarar. Tann triðja dóttirin giftist Jóannes Matras á Heygnum, og hon varð uppkallað eftir monnunum, sum fórust við Stangarbátinum. Hon varð navngivin Thomasie Johanne Andrea Daniella Nicolina Samuelsen f. 1884

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…