Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Televarpið (skíggjamynd)

(Dystarfrásøgn) Páll A. Klettskarð enn einaferð bjargingarmaður hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.04.2024 - 21:52 Ítrottur Tíðindi

KÍ avgjørdi langt inni í yvirtíðini á Skála. Toppskjúttin, Páll A. Klettskarð, ber KÍ-liðið stórt sæð einsamallur í løtuni.

Líkindini á Skála vóru góð til fótbólt, so væl var mett um veðrið og útsetingina av kappingarnevndini hjá FSF og lokalu veðurfólkunum. Men fáir áskoðarar vóru helst m.a. tí, at norðanfyri var kavi og keðiligt veður, tá koyrast skuldi til dyst. Hjá KÍ vóru tvær broytingar. Patrick Da Silva var skaddur, meðan Dan í Soylu misti plássið til Pætur Petersen. Teir hava skift um at spælt higartil í ár.

 


KÍ sat tungt á fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki hevði KÍ eitt sindur av undanvindi og KÍ legði uppflytararnar undir eitt stórt trýst. Onkrir stórir málmøguleikar komu eisini og teir fingu Mads Bo Mikkelsen, Deni Pavlovic og Páll A. Klettskarð, har Páll fekk tann størsta. Men einki mál kom hendan hálvleikin.

 


Páll í síðstu løtu

Í seinna halvleiki fekk Skála fyrsta møguleikan uppá eitt skjótálop, har ’’restverjan’’ hjá KÍ ikki sá gott út. Marjus Nón bleiv leysur í vinstru og hóast hann var langt úti, so smekkaði hann bóltin upp í nærmasta horn. Eitt vakurt mál uppá fyrsta málmøguleikan hjá Skála og nærum tann einasta stóra í dystinum. Tað gekk ikki so leingi, so bleiv Páll A. Klettskarð skumpaður í ryggin eftir eitt innlegg og Árni Frederiksberg setti brotssparkið í málið. KÍ trýsti restina av dystinum, men tað manglaði sum oftast tað síðsta. Inntil 94. minutt. Tá sendi innskifti Dan í Soylu eitt gott innlegg til Páll A. Klettskarð, sum stýrdi bóltinum í málið og so var stór frøði á teimum kongabláu, sum helst hava følt stórt trýst á sær undan sigursmálinum. Og so hevði føroysa besti álopsleikari síðstu árini enn einaferð bjargað KÍ. Í ár hevur Páll skorað i øllum dystum uttan tí eina og tað tykist sum at hann ber liðið stórt sæð einsamallur higartil í ár.

 


Finala um at fylgja Víkingi og B36

Norðlýsið hevur í alt ár skrivað um, hvussu stórar trupulleikar KÍ hevur í ár samanborið við undanfarnu ár. Dagsins dystur móti uppflytarunum var ein staðfesting av hesum, tí vit sóðu fyri viku síðani, hvussu lætt oddaliðið B36 vann á Skála í mun til KÍ, sum var sekundir frá einum sera vánaligum úrsliti á sama plássi. KÍ hevði tó sigurin væl uppibornan og nú stendur dystur fyri framman hjá KÍ móti HB í Gundadali um eina viku. Tað verður ein finala millum hesi bæði liðini um, hvat av teimum skal fyribils fylgja við Víkingi og B36, sum tykjast sum tey bæði bestu liðini í deildini higartil.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing