Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frændur á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.04.2024 - 19:59 Tíðindi

Frændur spæla stóra 40 ára jubileumskonsert á Vágsbø

 

 

Í ár fyllir Summar Festivalurin 20 ár. Í ár eru eisini liðin 40 ár, síðani fyrsta plátan hjá Frændum kom út. Hetta leggur upp til samstarv millum Føroya størsta tónleikatiltak og Føroya helst best umtókta tónleikabólk nakrantíð. Og so verður.

Frændur spæla stóra 40 ára jubileumskonsert á Summar Festivalinum í august.

Frændur fekk stórt gjøgnumbrot frá fyrsta degi, tá ið plátan "Saman við tær" kom út. Teir komu við einum nýggjum og fangandi úttrykki í føroyskum tónleiki. Teir høvdu nakað upp á hjartað, og teir gjørdu framúrskarandi sangir.

Frændur fingu veruliga luft undir veingirnar, góvu fleiri plátir út og fingu alt størri undirtøku. Teir hava skrivað sangir til stóru føroysku fjøldina. Sangir um kærleika, frið, samfelag og tíðaranda. Og hittini eru nærum endaleys. Sangir sum  “Føroyar”, “Mítt land”, “80’ini”, “Eros”, “Lívsmynd”, “Caissa”, “Dupultsong”, “Minnist tú gildið”, “Til tey stressaðu”, “Zelot” og fleiri.

Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe hava øll árini verið oddamenn í Frændum, og aftrat sær hava teir dugnaligar tónleikarar.

Nú koma Frændur á Vágsbø at spæla eina heilt serliga konsert.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing