Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Meting: KÍ fær tað torført í Gundadali

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.04.2024 - 21:29 Ítrottur Tíðindi

Stóri dysturin í 5. umfari er í Gundadali, har trýst er á báðum liðum fyri at fylgja við í toppinum

 

 

Eitt sindur sum væntað, so hevur KÍ rent seg í mótgongd í ár. Hetta var væntandi av fleiri orsøkum. Longum kappingarári í fjør, skaðum hjá lyklaleikarum, nýggjum óroyndum venjara og einum flytingarvindeygað, sum sambært fleiri viðmerkjarum sá út sum miseydnað. Samstundis eru avbjóðararnir betri enn í fjør.

KÍ hevur latið nógv mál inn í ár. Sjey mál fóru inn móti HB, B36 og NSÍ. Og skal ein vinna FM, so er næstan altíð eitt krav, at liðið skal verða millum liðini, ið lata fæst mál ígjøgnum.

 

EB/Streymur-ÍF

Botndystur við Margáir millum tvey av liðunum, sum mong hava sett at enda í botnstríðnum í ár. EB/Streymur hevur undanfarin ár ofta víst seg sum eitt got lið á heimavølli móti kappingarneytum og hava dugað at vunnið teir ’’røttu’’ dystirnar. ÍF hevur sæð veikast út fyrstu umførini, men hevur eisini verið skert í álopspartinum og hevur smalan hóp. Um Uros Stojanov og Jhon Mena verða við, so broytast fortreytirnar nakað, men EB/Streymur er favorittur á heimavølli. Tipping: 1 (1-0)

 

Víkingur-Skála

Víkingur hevur fingið eina góða byrjan og sær út til at liva upp til væntanirnar hjá teimum flestu við tað, at liðið fer at kappast um FM til tað síðsta. Sum tað hevur sæð út fyrstu umførini, so er Víkingur helst størsti favoritturin at vinna FM, beint frammanfyri B36. Skála hevur verið meira misjavnt, og vit sóu móti B36, at liðið hevur nakað upp til tey bestu. Søguliga sæð hevur Víkingur ongantíð tapt móti Skála í bestu deildini. Tipping: 1 (3-0)

 

B68-07 Vestur

Ein áhugaverdur dystur á Svangaskarði millum tvey lið, har annað er nakað broytt, og hitt er nógv broytt í mun til í fjør. B68 tykist framvegis sum eitt lið, sum spælir nógvar javnar dystir, óansæð mótstøðu. Liðið tykist megna betri enn fleiri onnur at geva teimum bestu mótstøðu, men tá so kappingarneytar møtast, so hevur B68 tað eisini torført við at vinna. 07 Vestur hevur nógvar nýggjar leikarar, har summir hava víst eyðsýndar dygdir fyrstu tíðina. 07 Vestur er favorittur, men hesin kann fara báðar vegir. Tipping: 2 (1-2)

 

NSÍ-B36

Hetta er fyrsta royndin hjá NSÍ á heimavølli móti einum av toppliðunum. Á útivølli tapti liðið við einum máli móti HB og KÍ. NSÍ hevur í teimum dystunum sæð út sum eitt lið, sum í álopspartinum kann hótta og skora (fýra mál í hesum báðum útidystum), men í verjustøðu er nakað at arbeiða við. Eisini tí at man sær, at fleiri av álopskendu leikarunum ikki eru so glaðir fyri at arbeiða so hart, tá hinir hava bóltin. NSÍ skal vinna javnavágina. B36 hevur fingið eina góða byrjan og nærum allir teir mongu nýggju leikararnir eru komnir flúgvandi frá byrjan. Tað er sannlíkt, at B36 blívur betri og betri við tíðini, tí partur av liðnum er nýtt. B36 er favorittur, men NSÍ skal ikki avskrivast, tí vit kenna ikki styrkina á heimavølli móti
teimum bestu undan hesum dystinum. Tipping: 2 (2-3)

 

HB-KÍ

Stóri dysturin hetta umfarið er gamli klassikarin, sum er millum verandi steypavinnara og føroyameistara. Hetta er eisini ein upptakt til dystin í steypakappingini millum somu lið 10 dagar seinni. Bæði liðini hava tapt sín fyrsta dyst hetta kappingarárið, og tað ger, at trýst er á báðum liðum fyri at fylgja Víkingi og B36. Hjá KÍ er bara FM sum kann brúkast í ár, meðan HB eisini hevur sum mál at spæla við um FM, tá liðið hevur so nógvar leikarar uttanífrá umframt stórt útlendskt venjaratoymið. Í stórsteypadystinum var tað KÍ sum hevði bóltin, meðan HB revsaði mistøkini hjá KÍ og vann 3-2. Síðani tá er HB styrkt á manningasíðuni, og tí verður hesin dysturin ikki líka. Higartil í ár tykist HB sum eitt lið, sum er betri skipað og leikararnir tykjast verða í góðari venjingarstøðu.

Hjá KÍ hava vit sæð nógvar veikleikar fyrstu umførini og í stórsteypadystinum. Nýggi venjarin tykist leitandi og hevur trupult við at finna eina nøktandi uppstilling, og tí eru nógvar broytingar frá dyst til dyst. Verjuparturin gevur nógv frá sær (sjey mál í trimum dystum móti HB, B36 og NSÍ) og í álopspartinum skapar liðið lítið, tá tað møtir vælskipaðum liðum sum HB og B36. HB tykist mennast fyri hvønn dyst og soleiðis sum tað hevur sæð út higartil í ár, so koppa vit hesum dysti til HB, sum eisini hevur heimavøll, hóast dysturin sjálvandi kann fara báðar vegir. Tipping: 1 (1-0)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing