Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: HB-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.04.2024 - 07:01 Ítrottur Tíðindi

Í dag verður ein avgerandi dystur í Gundadali. Vinnarin fylgir Víkingi í FM-stríðnum, meðan taparin dettur heili seks stig afturum. Javnleik kunnu liðini ikki brúka, um tey ætla at kappast um FM.

Sostatt stendur nógv uppá spæl, og hetta er ein nýggja støða fyri KÍ, sum ikki hevur roynt hendan leiklutin síðstu trý árini at verða lið, sum skal fylgja við einum liði frammanfyri. Fyri HB og KÍ vil tað ikki verða nøktandi, at koma fimm-seks stig afturum oddaliðið longu eftir fimm umfør.

Liðini hava spælt einaferð móti hvørjum øðrum í ár, tá HB í stórsteypadystinum vann 3-2.

Hjá KÍ eru Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Odmar Færø langtíðarskaddir. Patrick Da Silva spældi ikki á Skála vegna skaða og hann væntast ikki tøkur komandi vikurnar. Síðani er ivamál um Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen og Claes Kronberg, sum allar antin hava verið skaddir ella hava fingið snuddir síðstu tíðina. Hjá HB hava Ári M. Jónsson, Magnus H. Jacobsen og Emmanuel Duah ikki verið tøkir síðstu tíðina, og seinast vóru Sammy Skytte og Mathias Voss heldur ikki tøkir vegna skaðar. Helst verða onkrir av teimum tøkir hesaferð. Nakað sum HB-venjarin, Adolfo Sormani, segði í Televarpinum í vikuni.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 15.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing