Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein CT-skannari og ein MR-skannari. Høvuðsmunirnir eru, at annar brúkar røntgenstrálur og hin magnet, og at annar fær miðstaðarpressuna upp á bakbeinini og hin ikki | Mynd: soundimaging.com

Ein øgiligur munur á viðferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.04.2024 - 21:52 Leiðarin Tíðindi

Í farnu viku bar Kringvarp Føroya ta sólskinssøgu, at Landssjúkrahúsið hevur fingið ein nýggjan CT-skannara. Her treyt ikki við tí góða orðinum, og bæði innsløg og samrøður vórðu gjørdar í Kringvarpinum. Ongin teirra við einum kritiskum vinkli, og tað er væl skilligt, tí hvat ringt er í tí, at eitt sjúkrahús fær ein nýggjan skannara? Onki, og tað er gott, og bara gott, at Landssjúkrahúsið hevur fingið ein tílíkan. Tillukku við tí.

 

 

Men tað er ótrúligt, at so stórur munur skal verða gjørdur á sjúkrahúsunum í landinum. Tá ið Klaksvíkar Sjúkrahús fekk játtilsi um ein MR-skannara í fjør, so reistust uggafjaðrarnir beinanvegin, ikki minst í KvF. Frá byrjan av varð tað viðgjørt, sum um okkurt suspekt lá aftanfyri, onkur mystiskur og myrkur baktanki – hvør veit tó ongin –; gevarnir vórðu kravdir til svars og so framvegis. Hóast sólskinssøgan var góð og bara góð, so megnaðu illar tungur kortini at útstilla hana sum nakað heilt annað. Til dømis spurdi ein kringvarpsjournalistur, um gevararnir bara ikki skuldu avkrevjast hægri tilfeingisgjald í staðin (!).

Tragikomedian bleiv fullkomin fyrst í februar í ár, tá ein býráðslimur í Havn – uttan at verða presenterað sum býráðslimur í Havn, men sum frøðingur innan sítt felt – varð kallað inn í studio til uttan mótspæl at fortelja, hvussu ræðuligt tað var, at vinnulívið hevði givið einum av sjúkrahúsunum ein skannara. Og verturin læt, hóast hon uttan iva væl visti betur, vera við at viðmerkja, at vinnulívið ikki færri enn tvær reisur hevur givið Landssjúkrahúsinum í Havn skannara í gávu.

Gevararnir av skannaranum til Klaksvíkar Sjúkrahús vóru tí í góðari trúgv. Har vóru 2 dømi um, at vinnulívsaktørar høvdu givið einum øðrum sjúkrahúsi ein skannara, og tað varð hvørga ferðina av KvF ella nøkrum øðrum framstillað sum nakað illgrunasamt ella suspekt. Tvørturímóti varð tað sett fram sum sólskinssøgur í miðlunum, sum umrøddu tað. Og tað av røttum. Tesla 3-skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi somuleiðis gerast ein sólskinssøga, men varð av óskiljandi orsøkum framsett sum okkurt heilt annað, serliga í Kringvarpinum.

Gevararnir settu sum treyt, at skannarin skuldi vera í Klaksvík. Tað má sigast, at teir gjørdu av ringum royndum, tí sum øllum (norðoyingum) kunnugt, so varð einaferð innsavning til kuvøsu til Klaksvíkar Sjúkrahús, har tann kuvøsan endaði á Landssjúkrahúsinum. Um tú gevur eina gávu, so vilt tú væl ikki hava, at onkur heilt annar fær hana, so tað er onki at siga til, at gevararnir hesa ferð vildu tryggja sær tað, at rætti móttakarin fekk gávuna. Tað er ikki órímiligt.

Vit hava sostatt innanfyri eitt ár sæð tvær fantastiskar sólskinssøgur. Eina í Klaksvík og eina í Havn. Báðar á sjúkrahúsum. Báðar fara at gera umstøðurnar hjá sjúklingunum munandi betri. Men meðan onnur sólskinssøgan – tann í Havn – verður dyrkað fyri tað, hon er, í Góðan Morgun Føroyar og tíðindainnsløgum gjøgnum dagin, so varð hin sáplað niður í sand og øsku í Breddum og tíðindainnsløgum gjøgnum fleiri mánaðir. Tað er veruliga ikki fair.

Tað er alment kent, at ilt eyga onki gott kann sjá. Men í hesum førinum kundi eygað, sum Kringvarpið hevði á Havnina, væl síggja nakað gott har, samstundis sum hitt eygað í sama heysi, men sum skeitti norður eftir, ikki kundi. Hetta hóast bæði sóu tað sama, nevniliga ein sjúkrahússkannara. Hendan munin á viðferð og viðgerð áttu vit at fingið ein Bredda um.

Hjartaliga tillukku við nýggju skannarunum, Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit standa her so fittar og bíða eftir t…
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024