Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakstrarmøguleikar

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  21.04.2024 - 09:45 Lesarabrøv Tíðindi

Miðvísa arbeiðið í ferðavinnuni seinastu árini gevur longu úrslit í pørtum av Norðoyggjum, og nú byrjar ávøkstur eisini so smátt at síggjast í Klaksvík – og vakstrarmøguleikarnir eru stórir.

Kalsoyggin er eitt sigandi dømi um, hvussu skjótt ferðavinnan – við nøkrum fáum, men væl valdum átøkum – kann vaksa í einum øki.

Flotta standmyndin av Kópakonuni í stórsligna landslagnum í Mikladali má sigast at vera eitt plettskot í ferðavinnuhøpi saman við hinum átøkunum í hesi vøkru oyggj í kommunu okkara.

Gongutúrurin norður á Kallin er uttan iva ein av teimum náttúruvakrastu í landinum, har fýrurin á Kallinum og nú eisini gravstaðið hjá James Bond krydda upplivingina á hvør sín hátt.

Gravsteinurin hjá James Bond
Her ger bóndin eitt gott og miðvíst arbeiði, bæði við ferðaleiðaratilboðum, við at stýa nógvu ferðsluni eftir røttu gøtuni og við at arbeiða fram ímóti umvæling av gøtum, so tær tola nógvu gongdina í haganum. Hetta er alt sera týðandi arbeiði.

Virkna fólkið á Kalsoynni oynir støðugt at seta í verk fleiri møguleikar og tilboð til tann vitjandi so sum matstovurnar Edge í Mikladali, Garðalíð á Húsum, Kioskin hjá Maud á Trøllanesi o.a., sum eru við til at gera vitjanina á oynni betri.

Mugu verja rættindini
hjá lokalu veitarunum
Umframt Kalsoynna eru eisini aðrar oyggjar í Norðoyggjum, har tað verður gjørt nakað við at menna ferðavinnutilboð, so sum Fugloy, Svínoy og Viðoy

Tíverri eru Føroyar ikki nóg væl fyrireikaðar til stóra vøksturin av ferðafólkum, sum m.a. Kalsoyggin upplivir av ferðavinnuni í dag, og hetta er ikki nøktandi.

Her krevst ein miðvísur innsatsur frá verandi og komandi býráð, bæði í mun til tær ábyrgdir og uppgávur, sum áliggja kommununi sjálvari, og í mun til at ábyrgda og samstarva við løgting, landsstýri og viðkomandi landsstovnar um teirra uppgávur so sum samferðslu o.s.fr.

Í málinum um gongd í haga er umráðandi, at Klaksvíkar býráð sum lokali fólkavaldi myndugleikin í Klaksvíkar kommunu verjir málið og talar søkina hjá lokalu veitarunum, so sentralisman ikki eisini fer avstað við tí vinningi og avkasti, sum okkara lokalu ferðavinnuaktørar av røttum eiga.

Møguleikar fyri menning av
ferðavinnutilboðum í Klaksvík
Vit munnu flestøll vera samd um, at ferðavinnan kann og eigur at verða raðfest hægri enn higartil, tí meðan vit síggja hópin av ferðafólki vitja onnur pláss í landinum, so er talið meir avmarkað, sum vitjar ferðamál í Klaksvík.
Klaksvík hevur óteljandi møguleikar við nýggjum mentanarhúsi, einum hotelli afturat og øllum teimum skapandi kreftunum í býnum.
Men her eru hugaligar broytingar ávegis, sum lutvíst longu hava og frameftir heilt víst fara at gera Klaksvík meir áhugaverda sum ferðamál saman við restini av Norðoyggjum:

*Hotel Klaksvík hevur í áratíggju gjørt eitt stórt arbeiði á ferðavinnuøkinum, og nú er eitt nýtt hotell ávegis afturat í Klaksvík.

*Eldsálin Archibald Black hevur endurbygt “Nólsoyar Pálls garð”, sum er ein søgulig perla – verd at vitja.

*Søguligu bygningarnir og umhvørvið úti í Klaksvík er ein onnur søgulig perla, sum alsamt oftari er karmur um forkunnug tiltøk, ið draga hópin av vitjandi. Eitt feskt dømi er ”Jól í gamla Klakksvíkshandlinum”.

*Tað er hugaligt av frætta um lokal bóndahjún í Klaksvík, sum umframt at vera virkin í at meirvirka úrdráttir úr seyði, nú eru farin undir at royna beinleiðis ferðavinnutilboð til ferðandi, ið sleppa at uppliva umhvørvi, fenað og djór í fjósi saman við frágreiðing og rundsýning frá ferðaleiðara, og sum síðan fáa ein leskiligan bita av føroyskum viðskera.

*Dragin er, saman við øðrum bátum, ein týðandi partur av ferðavinnutilboðunum í og út frá Klaksvík.

*Matstovur og sølustøð eru eisini økjandi í tali og fjølbroytni í Klaksvík – ein gongd, sum sannlíkt fer at halda fram í tann mun, sum ferðavinnan fer at økjast í Klaksvík.

*Mentanarhúsið Varpið er – saman við hotellum og matstovum í býnum – ein nýggjur møguleiki fyri karmum um fundir, ráðstevnur v.m., sum eru partur av vinnu-ferðavinnu.

*Stadion við Djúpumýru, sum nú er og framhaldandi verður útbygt sambært altjóða standardum, verður framyvir karmur um altjóða dystir og landsdystir, sum aftur fara at smitta av sær til lokalu ferðavinnuna, matstovur, hotell v.m.

Komandi hotellið í Klaksvík - Mynd: Dávur Winther
Til at samskipa, kveikja, menna og røkja allar hesar ymisku aktørar, sum eg her bert lutvíst havi nevnt, er Visit Norðoy ein ómetaliga týðandi partur av ferðavinnuni í Norðoyggjum. Her er avgerandi, at Klaksvíkar býráð og borgarstjórin samstarvar væl við leiðaran, Theresu Kreutzmann, og nevndina fyri Visit Norðoy, sum er í eini spennandi menningartilgongd í løtuni, sum er verd at bakka upp.

Eg kundi nevnt so nógv annað, sum hendir innan ferðavinnu í Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum, men avmarki meg til omanfyristandandi hesaferð.

Her eru sera stórir vakstrarmøguleikar, og fyri meg er eingin ivi um, at menning av ferðavinnuni í Klaksvíkar kommunu og Norðoyggjum fer at fáa høga raðfesting framyvir, um eg fái møguleikan at leiða og mynda Klaksvíka býráð.

Jógvan Skorheim
Klaksvík

Filmsupptøkur, tá ið James Bond fimurin varð upptikin

Filmsupptøkur í Kalsoynni fyri nøkrum árum síðani

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka