Lýsing
Lýsing
Lýsing

Megna Føroyar at vinna á Íslandi á heimavølli?

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  23.05.2024 - 10:48 Ítrottur Tíðindi

Um vikuskiftið verður annað umfar í evropeisku Silvurliguni hjá monnum, og hesa ferð verður spælt í Føroyum. Londini, sum eru við hesa ferð, eru Ísland og Eysturríki umframt Føroyar.

 

Silvurligan, menn:
Um vikuskiftið verður annað umfar í evropeisku Silvurliguni hjá monnum, og hesa ferð verður spælt í Føroyum. Londini, sum eru við hesa ferð, eru Ísland og Eysturríki umframt Føroyar.

Fyrsti dysturin verður í høllini á Hálsi fríggjakvøldið kl. 19 ímóti Íslandi. Og hetta kann gerast rættiliga spennandi. Londini bæði møttust eisini í fyrsta umfarinum í Íslandi seinasta vikuskifti, har tað reið um snarið, hvør skuldi fara við sigrinum. Tað gjørdu íslendingar, sum vunnu fjórða sett 27-25, eftir at Føroyar annars høvdu havt settbólt. Ísland vann dystin 3-1 (25-21, 24-26, 25-22, 27-25). Hesa ferð ætla Føroyar tað øðrvísi.
Leygardagin kl. 17 spæla so Eysturríki og Ísland, og sunnudagin kl. 17 eiga Føroyar aftur tørn – hesa ferð ímóti Eysturríki.

Tað er einki dulsmál, at Eysturríki er væl sterkari enn Føroyar og Ísland, og hugsandi er, at úrslitið hjá Føroyum ímóti Eysturríki fer at minna um tað ímóti Ísrael seinasta leygardag, tá Ísrael vann 3-0 við settúrslitunum 25-11, 25-12, 25-13. Úrslitið hjá Ísrael ímóti Íslandi var meinlíkt: Ísrael vann 3-0 (25-15, 25-11, 25-12)

Silvurligan er soleiðis skipað, at tey fýra londini í bólkinum, Føroyar, Ísland, Eysturríki og Ísrael, øll hava heimavøll eitt umfar (heimavøllurin hjá Ísrael er tó í Norðurmakedónia), har trý lond kappast hvørja ferð, meðan eitt situr heima. Soleiðis spæla øll londini tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum.

Í fyrsta umfarinum í Íslandi var tað Eysturríki, sum ikki var við. Næsta umfar verður í Norðurmakedónia 31. mai – 2. juni, og tá verða Føroya ikki við, og fjórða og seinasta umfarið verður so í Eysturríki 7. – 9. juni, har Føroyar, Eysturríki, og Ísrael kappast.  

Nr. eitt og tvey í kappingini spæla finalu 15. juni. Vinnarin fær 40.000 evrur.
--------
Føroyska manslandsliðið:
Thorvald Danielsen, Mjølnir
Vuk Ilic, ÍF
Filip Ilic, ÍF
Bjarni Joensen, Ikast KFUM
Jóhan Arni Elison Wang, Mjølnir
Hjørtur Joensen, SÍ
Ingálvur Eyðunsson Olsen, Fleyr
Hákun Nón, ÍF
Tóki í Haraldssovu (12), SÍ
Tórður Gunnarsson Højsted, Fleyr
Símun Hoydal Poulsen, Mjølnir
Silas Poulsen, SÍ
Áslakur Petersson Holm, Hvidovre VK
Hákun Heinason, Amager VK

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
--------
Men hvat er Silvurligan?

Tey allar bestu londini í heiminum spæla í eini heimsumfatandi ligu, kallað Nation’s League, harav átta av londunum eru úr Evropa.
Í Evropa er so ein evropeisk liga, sum aftur er býtt upp í eina Gullligu og eina Silvurligu.
Í Gullliguni spæla so tey 12 bestu londini í Evropa, undantikið tey 8 allarbestu, sum altso spæla í tí heimsumfatandi Nations League ístaðin.
Restin av londunum í Evropa kunnu spæla í Silvurliguni, sum Føroyar á fyrsta sinni vóru við í í fjør. Vinnarin av Silvurliguni flytur upp í Gullliguna, og aftasta liðið í Gullliguni flytur niður í Silvurliguna.

--------
Í ítróttarhøllini á Hálsi:
Fríggjadagin 24. mai kl. 19:00: Føroyar – Ísland
Leygardagin 25. mai kl. 17:00: Eysturríki – Ísland
Sunnudagin 26. mai kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki


Atgongumerki, sum kosta 100 kr., kunnu keypast við dyrnar.
Fyri 16 ára gomul og yngri er ókeypis atgongd.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen