Lýsing
Lýsing
Seinasta møtið við Óla á Grømma hesaferð – í Betesda mánakvøldið
Judy og Óli á Grømma verða við á bønarmøtinum í Betesda mánakvøldið, sum verður teirra seinasta á hesum sinni, áðrenn tey týsdagin fara av landinum aftur.
Judy og Óli á Grømma eru partur av leiðsluni í trúboðanarfelagsskapinum NTM, sum inniber, at tey ferðast nógv millum lond.
Nú lá leiðin fram við Føroyum, og nýttu tey høvið at vitja heim á klettarnar. Tey komu til landið 6. mai, og týsdagin 28. mai liggur leiðin av landinum aftur.
Sostatt verður seinasta møtið við teimum á hesum sinni nú mánakvøldið kl. 20 í Betesda, har Óli fer at luttaka við einum orði, og síðan verður ein drekkamunnur eftir møtið, har fólk fáa høvi at heilsa upp á tey bæði.
Vælkomin í Betesda mánakvøldið kl. 20:00.
Seinastu tíðindini