Lýsing
Lýsing
Minningarorð um Adelborg Linklett
Nú eg hoyrdi, at okkara trúfasta sjónleikaraomma Adelborg Linklett er farin um sýn, var tað ógjørligt hjá mær, ikki at gerast rørd.
Eg kom at kenna hana, tá ið eg var 14 ára gomul, í samband við “toytið”. Eitt rúmligari menniskja havi eg ongantíð hitt. Hon rúmaði bæði stór og smá. Láturmild og fevnandi. Hevði altíð okkurt stuttligt at fortelja. Hevði tú havt ein ringan dag, fekk hon teg skjótt at gloyma alt um hann, so skjótt tú kom inn um dyrnar og sá Adelborg.
Betri stuðul hevur Klaksvíkar sjónleikarafelag ongantíð havt. Mangar leiklutir hevði hon: alt frá Frankenstein til harðan “bikara”. Vónandi livir sjónleikarafelag okkara víðari í ánd Adelborgs.
Takk fyri teg, Adelborg.
Jakobina Bergfríðardóttir
Seinastu tíðindini