Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til minnis um Jógvan Michael Matras

SKRIVAÐ: Lions Club Eysturoy/Klaksvík  |  04.06.2024 - 08:26 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Vit minnast Jógvan Michael Matras við takksemi.

 

Til minnis um Jógvan Michael Matras

25. jan. 1937 – 10. aug. 2023

 

Michael var føddur á pálsmessu 25. januar 1937. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1962. Hansara starvstíð kom í mestan mun at vera í Skúlanum við Ósánna, sum tá var sjálvstøðugur skúli. Hann var deildarleiðari 1976-80 og varaskúlastjóri 1980-97, tá hann fór úr starvi. Skúlaárið 1986-87 var Michael settur skúlastjóri. Michael nam sær eisini kunnleika á Danmarks Lærerhøjskole, Dansk Sløjdlærerskole, Náttúrugripasavninum og Fróðskaparsetrinum.

Fyri tað mesta undirvísti Michael í føroyskum í framhaldsdeildini. Tað lá frammarlaga hjá honum at kunna sínar næmingar við føroyskan skaldskap, bæði á bundnum og óbundnum máli, eins og hann setti eina æru í at kunna sínar næmingar um føroyska mentan og fólkalív. Tað lá honum eisini á hjarta, at skúlin hevði gott frálærutilfar í øllum lærugreinum.

Hann var góður við sínar næmingar, og mangar útferðir kunnu teir minnast afturá, tí náttúran við sínum margfeldi hevði hansara stóra áhuga.

Felagslív gekk hann høgt uppí, og brúkti hann eitt nú síni evni í skótaliði Nólsoyar Pálls, Klaksvíkar Talvfelag og í Lionsrørsluni. Javnaðarmaður var Michael við lív og sál, og sat hann í býráðnum eitt skifti fyri javnaðarflokkin.

Sum starvsfelagi var Michael hollur í ráðum, tí hann hevði sera gott minni. Hann var lættur av lyndi, gávumildur og skemtingarsamur. Ikki so fáir sangir eru yrktir um og til starvsfelagarnar til ymisk høvi.

Í hansara starvstíð var ofta læraramangul. Tessvegna komu tí javnan lærarar aðrastaðni frá, bæði úr Føroyum og úr Danmark. Tá fall tað Michael natúrligt at taka sær av teimum, vísa teimum runt og enntá hýsa teimum. Honum dámdi at samskifta við fólk, og gekk hann høgt upp í familjuviðurskifti, bæði síni egnu og teirra, hann møtti á síni leið. Michael var giftur Torgerð og áttu tey 3 synir.

Vit minnast Jógvan Michael Matras við takksemi.

Lions Club Eysturoy/Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…