Lýsing
Lýsing
Lýsing

Floksmannadagur í Hattarvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.06.2024 - 16:52 Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin 29. juni 2024 verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna

 

Nú nærkast til Floksmannadagin í Hattarvík og eru bert nøkur fá atgongumerkir eftir til hetta sermerkta tiltak.

Leygardagin 29. juni 2024 verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í  “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.

Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.

Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild vm. - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.

Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott frá bryggjmeistaranum afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.

Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir við vælkomudrykki og leskiligari suppu vm. Eftir hetta verður vitja í kirkjuni áðrenn leiðin liggur til seyðhúsi á Uppistovugarðinum, har kokkurin hevur borðreitt við tíggju ymiskum smárættum, tilgjørdir úr hágóðsku rávørum og lyftir upp á eitt høgt gastronomiskt stig. Eisini verður sjálvandi serligt Floksmannabryggj afturvið. Eftir hetta verður vitja kring áhugaverd støð í bygdini áðrenn fjøldin fylgir kokkinum oman á gravarbakka, til at grava máltíðina upp.


Ímeðan kokkurin og hjálparfólk gera klárt til at njóta høvðusmáltíðina, verður tónleikur at njóta, hesa løtuna verða eisini føroyskt framleiddir snapsir og serliga Floksmannabjórin frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.

Undir borðhaldinum kemur søgufrøðingur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan og søgur og sagnir úr Hattarvík.

Góðir tónleikarar eru við og spæla eisini undir til felagssangin.

Eftir borðhaldi verður fari uppá gólv.

Best er, um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttandurða klæðir og góðar skógvar til hagatúrðin.

Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.

Aldursmark 18 ár.
 
Kostnaður er 1.995,00 kr. pr. persón

​Luttøkan er avmarkað.

Íroknað kostnaðin er:

  • Ferðaseðlakostnaður við "Rituni" fram og aftur
  • Allur matur og drekkivørur
  • Undirhald
  • Ferðaleiðarar vm.

Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær pláss við leigubussinum, sum fer av Farstøðini í Havn kl. 06:45 og heintar fólk ávegis norður til Hvannasund. 
Hesin bussur koyrir aftur til Havnar við komu til Hvannasunds eftir tiltakið og syrgir fyri at øll koma uppá pláss.
Kostnaðurin fyri hetta er kr. 250,00

 

Tryggja tær pláss umvegis fylgjandi leinkju:  https://www.atgongumerki.fo/2119380/floksmannadagur-29-juni-2024

 

 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…