Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samstarv um føroysku kostráðini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.06.2024 - 10:00 Tíðindaskriv

Føroyar eru eitt fjarskotið oyggjasamfelag við einari serstakari matmentan og náttúrugivnum matvørukeldum, ið eru øðrvísi samansettar enn í grannalondunum. Í Føroyum er tí neyðugt at viðgera yvirskipaðu tilmælini um kostráðini og síðani á eintýddan hátt at kunna almenningin um tilmælini

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hava skrivað undir avtalu um samstarv millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Heilsustýrið um føroysku kostráðini.

Nýggju norðurlendsku tilmælini um kost og føðslu vórðu løgd fram í fjør. Tilmælini eru grundað á felagsnorðurlendskt arbeiði og skulu síðani lagast til serligu viðurskiftini í hvørjum Norðurlandi sær.

Fyri at røkka norðurlendsku tilmælunum eru landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og landsstýriskvinnan í heilsumálum samd um, at avvarðandi myndugleikar á økinum skulu samstarva um kost, føðslu og fólkaheilsu.

Tveir myndugleikar eru á økinum. Øðrumegin er Heilsustýrið, sum sambært løgtingslóg um Heilsustýrið varðar av fólkaheilsuarbeiði, upplýsing, og tiltøkum innan fólkaheilsu sum heild, og sum skal umsita og styrkja heilsufremjandi partin av arbeiðinum við fólkaheilsu. Hinumegin er Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum sambært matvørulógini hevur ábyrgdina av, at brúkararnir fáa upplýsing um viðurskifti, sum lógin fevnir um, eitt nú um føðslu.

Málið við samstarvinum er at tryggja, at almenn tilmæli um kost og føðslu eru fakliga grundað og væl viðgjørd, og at kunningin til brúkaran er eintýdd og greið.

Avtalan kann lesast her – Avtala um samstarv millum Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Heilsustýrið um føroysku kostráðini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…
“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa…
Veðrið um vikuskiftið
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi