Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fikutræið

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen  |  05.08.2024 - 09:44 Lesarabrøv Mentan

Persónliga havi eg m.a. valt mær til, at koma til landi, mær er sagt um, og sungið verður um: ”Eldast ei har,eldast ei har” og eingin Deyði er.

Hvør íð sigur hvat, hevur oftast  áhugað, t.d. (mate.24,27-) í m.a. umrøður fikutræið, sum mær kunnugt,ikki upptekur serligt lendi her á landi. Hann íð førir orði um fikutræið í hesum føri. Hevur mín stórsta áhuga, tá íð hann vileggur:” Lærið líknilsi av Fikutrænum, tá íð greinar tess longu eru blotnaðar og bløðini spretta, vita tit, at summari er nær. 

Soleiðis skulu eisini tit, tá íð tit síggja alt hetta vita, at Hann er nær fyri durinum. Sannuliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent. Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.

Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki sonurin – eingin uttan Faðirin. Men eins og var á døgum Nóa, sigur Bíblian, so skal eisini verða, tá íð menniskja - sonurin  kemur. Verið tí eisini tit tilreiðar! Tí menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.”

Sjálvt um kunnleikin er lítil og eingin um fikutrøð, so er ikki onki sagt frá  um træið, tað hevur mangan við dýpi ein grevur í at gera. Abbasonuri, íð er enskt talandi, kom ein dag úr einum kristnum skúla, við eitt túsund næmingum íalt, sum líka var komin ígjøgnum vetrar skránna, har man hevði roynt at ognað sær, sum lo ára gamal, frásøguna um nýggju paktina, hoyrdi hann henda dagin,hann kom heim, fáast við at syngja ein tekst, skiltið sjálvur lítið, men spurdi hvat snýr hatta seg um? Jú abbi, um grav djúparið, digg deeper, mong ár eru nú síðan eg fekk hetta við, men tað er sum um, eg líka havi hoyrt tað-.

Tað vóru fleiri sløg av fikum í Ísrael, trøðini søgdust vera  8-9 metrar. Fikutræið er fyrsta træ vit lesa um í skriftini, tá íð fyrstu foreldur okkara royndu at íklæðast íð nøkur fikubløð og hví ? (1 mós.3,7) og seinrið ofta umtalað og sigist hava borið frukt alt árið, fyrstu ferð í juni mána. Í l.kongabók kap.4,v25, er gomul søgn um frið og lukku, tá skriva stendur at:” Juda og Ísrael búðu trykt, hvør maður undir víntræi og fikutræi sínum, úr Dan líka til Beerseba, alla tíð Sálomos. Vit endurtaka líka, at enda, omanfyri standandi:”Lærið líknilsi um fikutræið-” Og víðari v25, nú havi eg sagt tykkum tað frammanundan !.

Ein kann freistast til og lagt afturat, sum so mangan,her er tørvur á nøddiknúsarum og hjálpsemi. Persónliga havi eg m.a. valt mær til, at koma til landi, mær er sagt um, og sungið verður um: ”Eldast ei har,eldast ei har” og eingin Deyði er.

Góðu samtíðar menniskju. Her er eingin útsigt um ein blívandi stað.

 

Jóhannes M. Olsen

    

   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið