Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ungir menn fara á bíbliuskúla – í Betesda mikukvøldið kl. 20

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.08.2024 - 05:17 Tíðindi

Mikukvøldið kl. 20 verður møti í Betesda við luttøku av fýra ungum monnum, sum seinni í hesum mánaðinum fara til North Cotes í Onglandi á bíbliuskúla hjá NTM. Eftir møtið verður ein drekkamunnur, har høvi verður at heilsa upp á teir.

 

 

 

Teir fýra ungu menninir eru Malvinus í Gong, Teitur Isaken og Silas Jacobsen, sum eru úr Klaksvík, og Remi Rógvason Rasmussen, sum er úr Runavík.

Malvinus byrjaði á bíbliuskúlanum fyri ári síðan, meðan hinir tríggir byrja har nú eftir summarfrítiðina.

Bíbliuskúlin í North Cotes í Onglandi er partur av trúboðanarfelagsskapinum NTM, sum hevur trúboðarar í londum kring um í heiminum, har serligur dentur verður lagdur á at náa fólk og ættarbólkar, sum áður ikki eru náddir fyri Kristus.

Brøðrasamkomurnar í Føroyum hava í áratíggjur havt tætt tilknýti til NTM, sum fleiri av trúboðarunum úr Betesda virka innan.

Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið 14. august kl. 20, har ung í Betesda fara at leiða felagssangin, og har høvi verður bæði at hoyra og heilsa uppá hesar ungu menninar.

Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing