Tað kundi verið so vakurt
Tá ið hendan hugnaliga trappan, uttan at nakar veruliga skilti hví, varð tikin burtur herfyri, tyktist tað sum at miðbýurin mentanarliga og visjonert varð bumbaður fleiri ár aftur í tíðina
Soleiðis sær økið út nú, har sum trappan var. Her er pláss fyri tveimum ella kanska trimum bilum. Tey savnandi tiltøkini og tær góðu fólksligu løturnar eru av kommununi langtíðar parkeraðar.
Hetta er svárt at síggja, og eg vóni veruliga at klaksvíkingar ikki meira vilja venda blinda eygað til. Sjálv havi eg sæð góðar møguleikar her, og síðani eg kom upp í politikk hevur tað verið eitt av mínum hjartamálum at fáa hetta økið at rigga ordiliga væl. Eg kenni meg mótarbeidda og eftirlýsi nú vanligt vit og skil og meiri ábyrgdarkenslu og samstarv í okkara kommunu.
Í hesum skrivi vil eg varpa ljós á tríggjar ítøkiligar ætlanir. Ta fyrstu loyvi eg mær enn at trúgva uppá, í meðan hinar báðar meira ella minni eru farnar upp í royk.
Barnabókasavnið
Á mínum allar fyrsta fundi sum heilsunevndarforkvinna, kom eg við einum uppskoti um at innrætta eitt hugnaligt býarrúm, har serliga smábarnafamiljur kundu savnast. Samtykt varð, at eg skuldi arbeiða víðari við at brúka Gamla Isenkram til endamálið og gera eitt barnabókasavn har. Ætlanin var at lata nýggja tilboðið upp fyri almenninginum, eftir at Visit North varð flutt í Biskupstorg.
Eg føldi meg als ikki einsamalla í hesum málinum. Jóhanna Christiansen og Gunvá við Keldu stuðlaði mær frá fyrsta degi. Og vit tosaðu um ta skapandi og mennandi virksemi, sum kundi vera í einum útbygdum bókasavni, har børn kundi vera saman, spæla, lesa og hugna sær. Í dagtímunum kundu hølini hóskandi verði nýtt av mammubólkum, heimagangandi foreldrum og dagstovnaøkinum. Tað tyktist sum øll í býráðnum vóru við uppá hetta. Bókasavnið spældi eisini við frá fyrsta degi. Pengar vórðu avsettir og málið varð fáar mánaðar seinni einmælt samtykt í býráðnum.
Jú, innanveggja er nógv hent og møblar vórðu keyptir fyri skjótt tveimum árum síðani. Men hví tað enn ikki er latið upp, og økið rundan um ikki verður gjørt sum upprunaliga ætlað, er mær ein gáta. Tað, sum nú er hent, er ein vanlagna fyri alt tað, sum byrjaði sum eitt gott og savnandi hugskot við breiðari politiskari undirtøku - ja, sum ein veruliga góð ódýr ætlan, ið vit skjótt og væl kundu havt realiserað, um vit høvdu færri “kokkar” og fleiri “tænarar” í Klaksvíkar kommunu.
Eitt portur oman í miðbýin
Bókasavnið og komandi barnabókasavnið hava Kjølbro standmyndina í túninum og fasadan er ímóti tí nógv fjølgongdu Biskupsstøðgøtu. Gamla heimavirkið, sum nú eitur “1912” eigur ta umrøddu og væl brúktu trappuna, sum vendir oman í móti nýggja Húsarhaldsskúlanum, Nólsoyar Páls húsinum og Biskupstorginum. Áhugin fyri øllum heimavirkaðum hevur seinni árini verið alsamt vaksandi og í mars 2024, lat gamli søguligi handilin undir nýggja navninum 1912 upp. Talan er í dag um ein innbjóðandi handil á høgum støði, sum selur føroyskar hondgjørdar vørur.
Fyrr var tikið til, at “Heimavirkið” lá goymt aftanfyri alt, men við nýggju miðbýarmenningini er ongin ivi um, at 1912 vendir púra rætt og er ein streymandi blóðæðr til nýggja miðbýarhjartað.
Við hesi fatan, so løgdu vit enn eitt mál fyri, fyri skjótt trimum árum síðani, og fingu teknað ein opnan millum-bygning í millum Bókasavnið og Isenkram, sum skuldi vera eitt slag av sambinding ella portur til “miðbýin” og tey ymsu tilboðini.
Sjálv ímyndaði eg mær, at man kundi fara frá tí eina torginum til tað næsta, og at ymiskt uttandura virksemi fekk sítt lív kring bókasavnið og við trappuna. Somuleiðis kundi starvsfólkini á bókasavninum lættliga ganga ímillum bygningarnir.
Vit vita eisini at trappur eru dragandi og fleiri spennandi býir hava sína serstøku trappu. Nógv tiltøk hava eisini verið í hesum økinum, sum hevur tiltikið gott vesturskin, og um nakað yvirhøvur skuldi gerast við sjálva trappuna, so var tað at gera hana enn vakrari og meiri innbjóðandi.
Flisar og høg trø
Tað er onki at ivast í, at bókasavnið er eitt fantastiskt aktiv fyri býin, og borgarakanningin hevur seinni staðfest, at tað er tann tænastan sum borgarar í Klaksvíkar kommunu eru best nøgdir við.
Eg sá eisini fyri mær, at “torgið” kring standsmyndina av Kjølbro kundi flisaleggjast og fríðkast, og at høg trø vórðu gróðursett framvið vegnum. Hetta fyri at tálma ferðsluni og at geva hesum økinum, sum í dag er fult av bilum, ein annan og meiri fólksligan og torgkendan dám. Málið varð samtykt fyri hálvum øðrum ári síðani og koyrt í umsitingina at viðgera nærri. Men enn havi eg onki hoyrt ...
Bumbaði aftur í tíðina
Í meðan kommunan skal eitast fyri at arbeiða við eini kommunuætlan, verða samtyktir súltaðar og annað verður brotið niður. Hvør ið hevur ábyrgdina, veit eg sætt at siga ikki. Men tað tykist, sum at í býráðshúsinum er ongin móttakari av tí nógva, sum vit hava arbeitt við og lagt orku í. Eg vil sjálvandi ikki lasta umsitingina ella einstakar politikarar fyri hetta. Helst royna øll hvør í sínum lagi at gera sítt besta. Men hví gera vit tingini fløktari, enn tey í veruleikanum eru? Og hví er tað ongin sum yvirskipað klárar at síggja økið í síni heild. Eg sakni meira opinleika og tvørfakligheit. Og tað burdi ikki verið so trupult at fingið tær ymisku nevndirnar og deildirnar hjá Klaksvíkar Býráð at tosa saman.
Onkuntíð øtast vit og trúgva ikki okkara egnu eygum.
Tá ið hendan hugnaliga trappan, uttan at nakar veruliga skilti hví, varð tikin burtur herfyri, tyktist tað sum at miðbýurin mentanarliga og visjonert varð bumbaður fleiri ár aftur í tíðina. Kanska var hetta enn eitt margháttligt og tragikomiskt dømi um, at vinstra hond ikki veit, hvat høgra ger í kommununi – og so verður býráðsarbeiði hareftir.
Tí greiði eg nú alment frá hesum og viðfesti eisini nakrar tekningar.
Tann seinasta myndin er ein skitsa.