Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forvitnisligur fyrilestur: At veva klæðir úr ull

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.09.2024 - 17:27 Mentan Tíðindi

Svenski vevlærarin Gunnel Andersson heldur áhugaverdan fyrilestur við heitinum “At veva klæðir úr ull” á  Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík mikukvøldið 4. september kl. 19:30

 

 

 

Gunnel Andersson er svensk. Hon hevur í nógv ár starvast sum vevlærari og hevur meistaraprógv í veving. Somuleiðis er Gunnel partur av teirri sterku vevtraditiónini í Svøríki, har vevumhvørvi og vevskúlar hava megnað at geva børnum, ungum og vaksnum so stóran íblástur, at veving sum handverk og listahandverk hevur havt stóran framburð í tráð við tíðarandan, har fokus er á burðardyggleika, og stuttflutta rávøru og framleiðslu.

Gunnel Andersson leggur í sínum arbeiði høvuðsdent á at veva ymiskar kvalitetir, sum hóska væl at nýta til klæðir. Í fyrilestrinum fer Gunnel at røða um og vísa vovin klæðir úr ull og øðrum tilfari, tógvi, litum og mynstrum.

 

Sum ein kreativur skúli har næmingar hava møguleika at útfolda síni skapandi evni og ein skúli, sum eisini hugsar grønt og burðardygt, fegnast vit á Húsarhaldsskúla Føroya um møguleikan at hoyra um arbeiðið hjá Gunnel Andersson.

Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis

Fleiri upplýsingar um Gunnel Andersson eru á www.textilatradar.com

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi