Lýsing
Lýsing

Bústaðaravbjóðingin til viðgerðar í Varpinum

SKRIVAÐ: Norðoya Tjóðveldisfelag  |  03.09.2024 - 15:52 Politikkur Tíðindaskriv

Hóskvøldið klokkan 19 verður alment tiltak í býarsalinum í Varpinum, har stóra bústaðaravbjóðingin verður til umrøðu.

 
 
Tiltakið byrjar við framløgu frá Betri, sum hevur gjørt stóra greining av støðuni á bústaðarmarknaðinum, og eftir hetta verður hugt at ymiskum loysnum at koma hesum avbjóðingum til lívs.
 
Jógvan Ósá, sum í næstum byrjar sum stjóri í Bústaðum, kemur at greiða frá sínum royndum frá Eystur- og Klaksvíkar kommunum, har hann hevur starvast sum tekniskur stjóri seinastu árini.
 
Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, sum viðgerð bústaðarmál á løgtingi, greiðir frá framdum átøkum og ætlanum á økinum, meðan Anfinn í Toft, valevni hjá Tjóðveldi til kommunuvalið, fer somuleiðis at greiða frá sínum tankum um loysnir.
 
Eftir hesar framløgur er lagt upp til opið kjak um loysnir, so bæði tey, sum hava tankar um bústaðaravbjóðingina og tey, sum kunnu gera nakað við støðuni, kunnu fáa nógv burtur úr einum tiltaki sum hesum.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…