Lýsing
Lýsing
Lýsing

COWI greinar handilslívið í Klaksvík

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  05.09.2024 - 09:37 Tíðindi Vinna

Ein partur av arbeiðnum hjá bústaðabólkinum í Klaksvíkar kommunu, ið hevur til endamáls at skapa fleiri bústaðamøguleikar, er greinan og endurskoðan av býarplaninum fyri Klaksvíkar kommunu. Samstundis veitir hetta arbeiðið týðandi vitan til arbeiðið við kommunuætlanini 2040.

 

Í hesum sambandi verður farið undir eitt greiningararbeiði av handilslívinum í Klaksvíkar kommunu. Tað er ráðgevarafyritøkan COWI, ið kemur at standa fyri greiningini.

Handlar eru avgerandi fyri lívi í miðbýnum; tað er tí týdningarmikið, at vit skapa bestu karmar fyri handli og býarlívi í Klaksvíkar kommunu. Tí verður skipað fyri einari greining av handils- og býarlívinum í kommununi.
Handilsgreiningin er ætlað sum eitt haldgott grundarlag fyri framtíðar langtíðarætlan og menning av Klaksvík. Greiningin skal koma við tilmæli um, hvussu Klaksvíkar kommuna best styðjar uppundir eitt gott handils- og býarlív fyri øll.

Fyri at kortleggja handils- og býarlívið í Klaksvík fara ráðgevar frá fyritøkuni COWI at vitja handlar í kommununi hósdagin 5. sep. og fríggjdagin 6. sep.

Klaksvíkar kommuna vónar, at handlar, ið fáa vitjan, taka lut í kanningini, so kommunan fær eitt gott grundarlag fyri komandi býarskipan og eina nágreiniliga mynd av handils- og býarlívinum.

Hevur tú spurningar um handilsgreingingina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Klaksvíkar kommunu á klaksvík@klaksvik.fo ella á tel. 410000.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis