Spennandi vika fyri ferðavinnuna í Klaksvík
Tvær fyritøkur úr Klaksvík, ávíkavist Kafé Fríða og Tell Me North, umframt Visit North, luttaka á stóru ferðavinnumessuni Vestnorden hesa vikuna
Klaksvíkingar við
Mimmy Vágsheyg, stjóri og eigari av Kafé Fríðu, og Dávid Fossdalsá, stjóri og eigari av Tell Me North, samstarva um ferðavinnu og vera við á messuni, har fleiri enn 400 fólk eru við. Talan er bæði um føroyskar, íslendskar og grønlendskar fyritøkur, sum bjóða seg fram, kunningarstovur í øllum útnorðri og so keyparar úr øllum heiminum.
Mimmy og Dávid øgiliga spent
Dávid fortelur, at “vit eru einastu vinnuligu aktørar úr Norðoyggjum, sum eru við á messuni. Vit síggja fyri okkum, at hetta fer at føra til uppaftur fleiri fyrispurningar komandi ár. Vit umboða eisini aðrar aktørar, t.d. Nólsoyar Pálshúsið, Niðristovugarðin í Gerðum og Føroya Bjór á messuni”.
Tilboð í Norðoyggjum
Klaksvíkin hevur í langa tíð verið við skerdan lut í ferðavinnuni, og mangan hevur fýlst verið á bæði vantandi gistingarmøguleikar og ferðavinnutilboð til bólkar og einstøk ferðandi. Mimmy og Dávid hava saman og hvør sær ment fleiri ymisk, spennandi tilboð, sum eru royndarkoyrd í ár. Talan er bæði um talgildar ljóðtúrar við Tell Me North appini (sí www.tellnorth.fo),mattúrar, skraddaragjørdar bólkatúrar, tiltaks-, ráðstevnu- og fundarpakkar og bólkatilboð, m.a. í stásiliga Nólsoyarpálshúsinum við Archibald Black sum verti.
Mimmy greiðir frá, at “árið í ár hevur hyldnast avbera væl, og vit merkja, at føroysku og útlendsku veitararnir hava tikið væl ímóti nýggju tilboðunum. Av tí, at ferðavinnuháárstíðin nústani er við at vera av, eru øll nýggj tilboð og pakkaloysnir ikki enn komin á heimasíðuna www.frida.fo, sum hevur havt nógv vitjandi alt summarið”.
Fundir og útferðir
Allan týsdagin og part av mikudegnum eru fundir á skránni. Seinnapartin mikudagin fara gestirnir útferðir kring Føroyar. Ein bussur við 50 luttakarum kemur til Klaksvíkar at kunna seg um ymisk tilboð her norðuri. Væntandi fer hetta at gera, at uppaftur fleiri útlendskir keyparar fáa eyguni upp fyri Klaksvíkini í ferðavinnuhøpi í framtíðini. At nýggja hotellið eisini er í gongd fer eisini heilt víst at gera sítt.
Mimmy endar við at siga, at “ferðavinnan arbeiðir tó langt fram í tíðina, so fyrireikingarnar til næsta ár eru longu byrjaðar. Tá er týdningarmikið at luttaka á tílíkum messum. Sjálv haldi eg, at samstarv er lyklaorðið fyri at menna ferðavinnuna uppaftur meiri í Klaksvík, tí eru vit bæði altíð fús at hoyra frá øðrum, sum ynskja samstarv ella bara høvdu ynskt at fingið teirra tilboð á heimasíðuna www.frida.fo”.
Vit á Norðlýsinum ynskja Dávid, Mimmy og Visit North bestu eydnu á messuni.