Visit North á Vest Norden Travel Mart
Komandi dagarnar verða 400 luttakarar á Vest Norden Travel Mart í Føroyum. Vest Norden er fjórða hvørt ár í Føroyum, og at tað eru so nógvir luttakarar við hesuferð eru vit sera fegin um.
Visit North er við á messuni umboðandi ferðavinnuna í Norðoyggjum.
Vit gleða okkum til teir næstu dagarnar, har vit hava fullan kalendara av spennandi fundum við ferðavinnusmiðjum frá allari verðini sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann stjóri á Visit North.
Vit hava nógv at bjóða í Norðoyggjum sum eitt vinnuligt íkast til økini, Tað er umráðandi at tað vit marknaðarføra hevur eitt vinnuligt perspektiv, tað er tí vit gera hetta, at fáa ferðafólk at leggja pening eftir seg í Norðoyggjum. Vit hava, saman við ferðavinnuaktørum bjóðað 50 ferðavinnusmiðjum til Klaksvíkar har tey fáa innlit í hvat kann upplivast. Besti mátin at selja økið á er at tey sleppa at uppliva tað sjálvi.
Vit eru fleiri sum luttaka í ár, Cafe Fríða og Tell Me North luttaka eisini og tað eru vit sera fegin um sigur Theresa Turiðardóttir Kreutzmann.