Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvørji frítíðartilboð eru í kommununi?

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  30.09.2024 - 15:14 Ítrottur Mentan Tíðindi

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu eru 16 ítróttafeløg upplýst at vera í kommununi. Ein vifta av sera fjølbroyttum felagsskapum, sum í høvuðsheitinum verða rikin og ment av sjálvbodnum eldsálum.

 

Umframt ítróttafelagsskapir, er ein ørgrynna av øðrum frítíðarvirksemi. 

Í samband við kommunuætlanina, sum Klaksvíkar býráð hevur samtykt at farast skal undir, so er ein liður í arbeiðinum at finna útav, hvørji frítíðartilboð eru til borgarar í býnum. Bæði til børn og vaksin. 

Vit vilja fegin hoyra um øll tey fjølbroyttu frítíðartilboðini, sum eru í kommununi. Alt frá skótavirksemi, føroyskum dansi til andalig frítíðartilboð. 

Um tú umboðar ein sjálvbodnan frítíðarfelagsskap ella annað frítíðarvirksemið, sum er opið fyri almenninginum, lat okkum so endiliga frætta. 

Send boð til kk2040@klaksvik.fo Upplýs navnið á frítíðarfelagsskapinum, og gev okkum navn og telefonummar hjá einum ábyrgdarfólki. 

 

Les nærri um endamálið við kommunuætlanini her: Tíðindaskriv um kommunuætlanina

 

Yvirlit: Ítróttafelagsskapir í Klaksvíkar kommumu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum