Lýsing
Lýsing
Lýsing
Varpið lýsti ljósareytt herfyri tá Krabbameinsfelagið varpaði ljós á bróstkrabba. Ivaleyst fer Varpið at lýsa grønt í morgin | Mynd: Oliver Joensen

Hví lýsir grønt ymsastaðni í Føroyum sunnudagin 6. oktobur?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.10.2024 - 17:00 Tíðindaskriv

Sunnudagin 6. oktobur 2024 er Altjóða Cerebral Paresu dagur. Liturin hjá Cerebral Paresu (CP) er grønur.

 

 

Fyri at varpa ljós á CP, hevur CP Føroyar heitt á ymiskar stovnar og kommunur í Føroyum um at lýsa grønt. Gleðiliga hava Tunnilsfelagið, Fólkakirkjuna, Tórshavnar Kommunu og Varpið játtað at stuðlað menniskjum við CP í Føroyum við at tendra grøna ljósið í:

• Eysturoyartunlinum
• Hoyvíkar Kirkju
• Trappuni í Vágsbotni, á Vaglinum og á brúnni um Sandá í Tórshavnar Kommunu • Varpinum í Klaksvík

 

Hvat er CP?

CP er stytting av diagnosuni Cerebral Paresa. “Cerebral” merkir “heili” og “Paresa” merkir “lamni”. Hetta merkir, at lamnið kemur av skaða í heilanum og t.d. ikki av skaða í rygginum. Cerebral Paresa varð fyrr nevnt “spastiskt lamni” á føroyskum. CP er ein íkomin heilaskaði í móðurlívi, undir føðing ella heilt tíðliga í lívinum. Tað er sera ymiskt frá persón til persón, hvussu nógv rørsluligt tarn ein fær av CP. Tær rørsluligu avbjóðingarnar kunnu t.d. vera manglandi ella viknað tamarhald og styrki í vøddunum. Tað kann hava við sær niðursett førleikastøði, sum t.d. broyttur kropsburður, skerdur gonguførleiki og trupulleikar við at skriva, tekna ella tosa.

Í Føroyum eru um 100 fólk sum hava CP og hóast avbjóðingar, eru fólk við CP partur av samfelagnum og hava sum ofta somu førleikar sum onnur, ganga í vanligum skúla, taka útbúgvingar og ganga til arbeiðis sum flestu føroyingar, meðan onnur við CP hava størri avbjóðingar og hava tørv á meira stuðli fyri at megna dagin og vegin. Meir kunning um CP og um áhugafelagið CP Føroyar kann finnast á www.cp.fo

Allir føroyingar kunnu verða við at stuðla! Hetta gert tú við at taka myndir av grøna ljósinum og leggja út á sosialar miðlar og tagga CP Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hví lýsir grønt ymsastaðni í Føroyum…
Útgávufundur: Føroyska King James Bíblia…
Við álítandi og nærløgdum arbeiðssemi fi…
HF-tíðin var góð fyri meg
Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðo…
Hug at stilla upp til Eldraráðið?
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ