Lýsing
Lýsing

Verkætlan hjá Vága Floghavn er avhendað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.10.2024 - 16:00 Tíðindi Vinna

Í síðstu viku var verkætlanin at gera nýggju viðførishøllina á flogvøllinum liðug og avhendað Vága Floghavn. Samstundis varð eisini avhendað verkætlanin at gera eina nýggja gate 3.

 

Sjøtul varð settur á arbeiðið við viðførishøllini í februar 2023, og nú, ið liðugt er, hevur flogvøllurin fingið heilt aðrar umstøður til viðføri, bæði fyri starvsfólk og ferðafólk.

Tá ið flogførini koma, fer viðførið nú frá einari dagførdari og innilokaðari viðførishandfaring á bandi ígjøgnum ein undirvallartunnil og haðani upp í eina stóra og ljósa viðførishøll. Á veghæddini eru komin tíðarhóskandi vaskirúm, skiftirúm, vesi, køkur og klivi, og uppiá skrivstovur, fundarrúm, skiftirúm, vesi og goymsla.

Meðan arbeiðið við viðførishøllini stóð uppá, avtalaðu Vága Floghavn og ArtiCon eisini at gera eina nýggja gate 3. Í høvuðsheitum snúði tað seg um at byggja út gomlu viðførishandfaringina og at gera vaskirúm, goymslu, vesi og køk til tax-free.

Á einum flogvølli, har drift og trygd altíð koma í fyrstu røð, kann eitt byggiarbeiði vera ein avbjóðing hjá bæði arbeiðstakara og byggiharra; men við góðum samskifti gekk alt upp á stás, og væl verður latið at úrslitinum.

Arbeiðini hava verið avhendað og tikin í nýtslu so hvørt, sum tey hava verið liðug, og seinastu snøklarnir komu upp á pláss nú í september 2024.

ArtiCon ynskir Vága Floghavn hjartaliga til lukku við nýggju viðførishøllini og gate’ini og ynskir bestu eydnu við virkseminum frameftir. Somuleiðis takkar ArtiCon undirveitarum og ráðgevum fyri gott samstarv.

 

Undirveitarar

  • Install
  • Maria Poulsen v/ Ove Heinesen
  • Grant
  • I-Tak
  • Jims
  • Málarameistarin Signar á Fríðufløtum
  • Múrarin Severin Niclasen og Múrarin v/Kell E. Jensen
  • Elementhøll hjá ArtiCon (tunnilselementir)

 

Ráðgevar

  • Eyðun Petersen (FAE)
  • SNA
  • LBF
  • SMJ
Lýsing
Seinastu tíðindini
Tín rødd í býráðnum
Valdsins vitloysislogikkur og bøtuflakab…
SÍ leggur hart út
Verkætlan hjá Vága Floghavn er avhendað
Veðrið í vikuni
Oddabrak í Badminton­høll­ini í dag
Myndarøð: Virkið Heyst
Inklusión, TSK og Varpið á ovasta bredda…
Føroyingauppgerð í bestu donsku flogbólt…
Hví lýsir grønt ymsastaðni í Føroyum…
Útgávufundur: Føroyska King James Bíblia…
Við álítandi og nærløgdum arbeiðssemi fi…
HF-tíðin var góð fyri meg
Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðo…
Hug at stilla upp til Eldraráðið?
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum