Lýsing
Lýsing

Tín rødd í býráðnum

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  06.10.2024 - 17:45 Politikkur Tíðindaskriv

Klaksvíkar Kommuna er arvurin til komandi ættarlið. Vit mugu standa saman. Vit mugu lyfta í felag. Vit mugu brúka vit og skil. Vit mugu tosa saman. Og vit mugu skilja hvønnannan. Eisini eftir býráðsvalið

 

Góðu tit øll!     

Fyrst vil eg takka Norðoya Tjóðveldisfelag fyri álitið og stuðulin, sum tit hava víst mær frá mínum fyrsta degi í politikki. Eisini vil eg takka øllum teimum, ið tvørtur um floksmørk hava fylgt mær í býráðnum og eggjað mær at halda fram í hesum týðandi gerningi.   

Hvussu vit næstu fýra árini ynskja at raðfesta og byggja kommununa út stendur nú aftur opið. Vit vilja nógv. Men kunnu ikki alt. Og onki kemur av sær sjálvum.

Við endan av valskeiðinum meta vit eisini um, hvat politiskt er komið burturúr. Vit læra bæði av royndum og mistøkum.

Í hesi býráðssetuni, har eg sjálv tey fyrstu trý árini var partur av meirilutanum,  hava vit sett eina matarskipan á Skúlatrøð í verk, sum flest øll eru glað fyri og fleiri hava latið seg inspirerað av. Tað eri eg so fegin um. Politikkur snýr seg í stóran mun um slóða fyri og at fáa onnur við.

Barnabókasavnið er nú eisini vorðið veruleiki. Í dag hava okkara dagstovnar, barnafamiljur og mammubólkar fingið eitt kærkomið og innbjóðandi stað mitt í býnum.

Virkið vár og Virkið heyst hevur varpað ljós á fólkaheilsu og trivnað. Saman við vinnulívinum og ymiskum felagsskapum skipar kommunan nú fyri eini evnisviku við hóskandi tiltøkum á vári og á heysti, har okkara mentan og tað livandi og heilsugóða nærumhvørvi savnar okkum øll.

Eg kann eisini nevna bókaútgávuna Ýr, ið letur eyguni upp hjá okkara allarminstu borgarunum, sum undrandi kunnu spyrja um seyðin á bønum, ruskið, lívsins ringrás og um bilferðsluna í býnum. Og gott at vita, at nýggj ættarlið eisini fara at síggja fleiri enn 1000 nýggj trø og spírar, sum vit hava gróðursett kring rennibreytina, og sum gera tað fjálgari og hugnaligari at búgva her á staðnum. Eg vóni eisini, at børn og námsfrøðingar merkja, at ljóðbjálvingin á okkara barnagørðum ger mun.

Klaksvíkar Býráð hevur sjálvandi eisini stuðlað Varpinum væl. Vit skulu skapa karmar og vera við í tí stóra og smáa. Tí hava fólk, sum dippa av heilsuávum og fyri ta góðu samveruna, fingið eitt nýtiligt neyst í Borðoyavík at skifta og vera í.  Umframt at helst størsta og vakrasta neystið í heiminum, kappróðrarneystið, er veruleiki.

Tað er ongin loyna, at nógvar verkætlanir hjá Klaksvíkar Býráð gerast ov dýrar. Aðrar eru á markinum til tað óneyðuga. Men summar íløgur gera veruliga mun í øllum samfelagnum ...
Tí varð eg ómetaliga glað, tá býráðið einmælt samtykti, at barnaansingargjaldið í desembur-januar í 23/24 skuldi fella burtur. Hetta var besta jólagávan, ið vit her í kommununi kunnu geva familjuni og hvørjum øðrum.

Sanniliga er okkurt komið burtur. Men býráðsarbeiðið hevur ikki bara verið ein dansur á rósum. Sjálv havi eg oftani verið í leiklutinum sum atfinningarsama røddin, sum spyr og talar at, tá hon heldur at skattapeningur ikki verður rætt ella væl nýttur.

Eg havi ført míni sjónarmið fram á býráðsfundi, og eg havi í Norðlýsinum og á mínum Facebook vanga skrivað um, hvussu vit kunnu bróta upp úr nýggjum, finna burðardyggar loysir, skapa ein tryggari bý og verða meira fjølbroytt. Og eg havi eisini roynt at sett orð á tað, sum hevur smakkað mær minni væl politiskt.

Verði eg afturvald í Klaksvíkar Býráð, vil eg arbeiða fyri einum vøkrum og innbjóðandi býi. Vit skulu gera gonguteigar og súkklubreytir runt víkina og skapa góða atkomuligheit. Klaksvíkar býur skal verða reinur og fríður. Tað er bert ein spurningur um hugburð og vilja.

Klaksvíkar kommuna hevur brúk fyri tær og mær!  Vit mugu læra okkum at gagnnýta teir møguleikar, sum eru í nærumhvørvinum. Vit skulu virðismeta  ríkidømi, ið vit sum land og fólk eru signaði við. Vit skulu endurnýta meira og hugsa stuttflutt. Vit skulu síggja møguleikarnar og finna røttu loysnirnar. Vit skulu taka áhugaverdu tekningarnar av gomlu Klaksvíkini framaftur. Vit skulu hava høvdið og hjartað við í býráðsarbeiði.

Eg veit eisini, at góð hugskot bíða eftir søguliga Faktorshúsinum, Vevskúlanum Bollafabrikkini og svimjihylunum út í Grøv ...  Alt snýr seg um raðfesting og skilagóða planlegging. Og tá fáa vit eisini ráð at gera skúlan lidnan, byggja býnum eina tíðarhóskandi fimleikarahøll og fáa ein vakran fjøruveg framvið sjóvarmálanum, nakað, sum helst øll ynskja og vilja virka fyri.

Klaksvíkar Kommuna er arvurin til komandi ættarlið. Vit mugu standa saman. Vit mugu lyfta í felag. Vit mugu brúka vit og skil. Vit mugu tosa saman. Og vit mugu skilja hvønnannan. Eisini eftir býráðsvalið.

Annika S. Biskopstø, tín rødd
 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fíggjarkarmu­rin fyri 2025 – Á rættari kó…
Magnus Powell: Hópurin verður ikki eins…
Tín rødd í býráðnum
Valdsins vitloysislogikkur og bøtuflakab…
SÍ leggur hart út
Verkætlan hjá Vága Floghavn er avhendað
Veðrið í vikuni
Oddabrak í Badminton­høll­ini í dag
Myndarøð: Virkið Heyst
Inklusión, TSK og Varpið á ovasta bredda…
Føroyingauppgerð í bestu donsku flogbólt…
Hví lýsir grønt ymsastaðni í Føroyum…
Útgávufundur: Føroyska King James Bíblia…
Við álítandi og nærløgdum arbeiðssemi fi…
HF-tíðin var góð fyri meg
Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðo…
Hug at stilla upp til Eldraráðið?
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið