Lýsing
Lýsing
Mynd: Jákup Ósá

Magnus Powell: Hópurin verður ikki eins stórur í 2025

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.10.2024 - 18:57 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hevur hitt komandi KÍ-venjaran, sum vitjaði í Klaksvík í vikuni og m.a. sá dystin KÍ-NSÍ.

M.a. spurdu vit um, hvussu venjaratoymið verður mannað. 49 ára gamli sviiin sigur, at hann hevur samband við fleiri í verandi venjaratoymið, men at tað enn er ov tíðliga at siga, hvussu venjaratoymið verður mannað.

- Eg havi tosað við fleiri av venjarunum, sum eru partur av venjaratoyminum. Vit hava samband og komandi tíðin vil vísa, hvør av teimum verður við víðari. Har greiði eg frá krøvum og hvussu vit koma at arbeiða, og so síggja vit, hvussu tað sær út og hvør er við. So má eg seta venjaratoymið eftir tí. Tað er tað góða við, at eg eri settur í góðari tíð og eisini kann vitja KÍ longu nú.

- Eg vænti, at ein hjálparvenjari kemur at verða settur í fulltíðarstarv, sum kemur at arbeiða tætt saman við mær og Jonas N. Nielsen, akademistjóra, sigur Magnus Powell við Norðlýsið.

 


Hópurin verður ikki eins stórur

Hópurin hjá KÍ eftir summarsteðgin í ár hevur verið óvanliga stórur. Tað komst vegna mongu skaðarnir, og tá fleiri nú eru blivnir frískir samstundis sum liðið fekk fleiri nýggjar leikarar í summar, so hevur bonkurin hjá KÍ summar dystir havt óvanliga nógvar royndar leikarar á høgum stigi. Hetta er eisini kostnaðarmikið og nú KÍ ikki kom í deildarspæl í ár, so er hópurin eisini ov dýrur.

- Hópurin verður ikki eins stórur í 2025. Hópurin í seinnu hálvu í ár er so stórur vegna mongu skaðarnar. So eg vænti, at tað natúrliga verða eini fýra-fimm leikarar færri í hópinum. Av tí sama er núverandi hópur dýrur og ov dýrur fyri felagið. Í øllum øðrum londum í Skandinavia hevði felagið fingið pengar fyri sjúkameldingar, men soleiðis er ikki í Føroyum. Her skal man gjalda fulla upphædd fyri skaddar leikarar. So tað er týdningarmikið at hava eitt gott kropsligt toymið m.a. við kropsligum venjara sum ger, at vit ikki fáa nógvar skaðar, sigur Magnus Powell.

 


Nógvir sera góðir leikarar

- Tað eru sera nógvir sera góðir leikarar í hópinum. Og komandi tíðin vil vísa, hvørjir leikarar verða við víðari. Tá hugsi eg bæði um teir, sum ikki hava sáttmála og um teir sum hava sáttmála og sum ikki hava fingið so nógva spælitíð. Tað fer komandi tíðin at avgera, har eg fari at tosa við leikararnar. Hvussu nógvir nýggir leikarar koma í hópin veldst um, hvussu nógvar leikarar vit missa. Eg havi eina mynd í mínum høvdi av, hvar vit skulu styrkja okkum, men tað fari eg ikki alment út við, sigur komandi KÍ-venjarin.

Vit spyrja eisini, hvønn leiklut ungu lokalu leikararnir, har teir flestu nú eru útleigaðir, sum hava vant við síðstu árini, men sum hava havt torført við at sannført venjararnar, fáa í 2025.

- Tað er týdningarmikið at teir koma innaftur í hópin og fáa víst seg fram. Mest sannlíkt koma teir at venja við í ein-tveir mánðar og so mugu vit síggja, hvønn veg tað ber og um onkur skal útleigast aftur, sigur Magnus Powell.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tak yvir høvdið!
Fíggjarkarmu­rin fyri 2025 – Á rættari kó…
Magnus Powell: Hópurin verður ikki eins…
Tín rødd í býráðnum
Valdsins vitloysislogikkur og bøtuflakab…
SÍ leggur hart út
Verkætlan hjá Vága Floghavn er avhendað
Veðrið í vikuni
Oddabrak í Badminton­høll­ini í dag
Myndarøð: Virkið Heyst
Inklusión, TSK og Varpið á ovasta bredda…
Føroyingauppgerð í bestu donsku flogbólt…
Hví lýsir grønt ymsastaðni í Føroyum…
Útgávufundur: Føroyska King James Bíblia…
Við álítandi og nærløgdum arbeiðssemi fi…
HF-tíðin var góð fyri meg
Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðo…
Hug at stilla upp til Eldraráðið?
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram