Lýsing
Lýsing

Tak yvir høvdið!

SKRIVAÐ: Petur Asano  |  06.10.2024 - 20:54 Politikkur Tíðindaskriv

Klaksvíkin skal hava fleiri íbúðir til tey ungu, sum vilja seta búgv í Klaksvík. Kanningin vísur, at tað eru tey sum eru millin 18 til 29 ár, sum mest mangla eitt stað at búgva. Ítrottur fyllir nógv og hann skal man eisini hava, men vit mugu prioritera at skaffa teimum ungu tak yvir høvdið 

 

 

 

Fólkatalið skal vaksa

Eitt tað fyrsta kommunan eigur at arbeiða við, er at fáa fólkatalið upp í Klaksvík. Tað er ikki ein sjálvfylgja, at Klaksvíkin liggur nr. 2 í kommunustødd og Runavíkar kommuna er ikki so langt burtur frá okkum. Eg haldi, at kommununan komandi 4 árini eigur at seta sær sum mál at skaffa bústaðir til øll tey, sum vilja búgva í Klaksvík. 

Loysnin til bústaðarneyðina er at hækka útboðið. Útboðið skal lagast eftir eftirspurninginum. Landsstýrið hevur givið kommununi heimild at byggja íbúðir saman við Bústøðum, so vit mugu seta okkum sum mál at byggja so nógvar íbúðir í Klaksvík sum møguligt. Í Klaksvík hava vit ikki so nógv lendi eftir at byggja á, so tað skilabesta er at byggja íbúðir. Hetta er mín bústaðarpolitikkur í Klaksvík! Tað er so simpult. 

 

Bíligir bústaðir

Bíligir bústaðir koma ikki fyrr enn útboðið er á hædd við eftirspurningin. Býlistuðul er ein møguleiki sum verður nevndur í hesum sambandu, og sum vit kunnu veita í framtíðini til tey sum eru fíggjarliga illa fyri. Enn er onki lógarverk á økinum, og kommunan er illa fyri fíggjarliga, so býlistuðul er ikki ein møguleiki beint nú. 

Tað eru vit ungu sum skulu seta føtur undir egið borð. Eg vil arbeiða fyri at allir klaksvíkingar fáa møguleikan at búgva í Klaksvík! 

 

Petur Asano, valevni fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tak yvir høvdið!
Fíggjarkarmu­rin fyri 2025 – Á rættari kó…
Magnus Powell: Hópurin verður ikki eins…
Tín rødd í býráðnum
Valdsins vitloysislogikkur og bøtuflakab…
SÍ leggur hart út
Verkætlan hjá Vága Floghavn er avhendað
Veðrið í vikuni
Oddabrak í Badminton­høll­ini í dag
Myndarøð: Virkið Heyst
Inklusión, TSK og Varpið á ovasta bredda…
Føroyingauppgerð í bestu donsku flogbólt…
Hví lýsir grønt ymsastaðni í Føroyum…
Útgávufundur: Føroyska King James Bíblia…
Við álítandi og nærløgdum arbeiðssemi fi…
HF-tíðin var góð fyri meg
Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðo…
Hug at stilla upp til Eldraráðið?
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram