Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Jógvan Skorheim

SKRIVAÐ: Jóhanna Syderbø Grúkaskarð  |  10.10.2024 - 09:10 Politikkur Tíðindaskriv

Áhugavert at lesa tína grein, Jógvan Skorheim, men eg eri bara partvís samd við tær. Tað er gleðiligt at síggja, at Ven og Virka skipanin virkar væl fyri flestu heimabúgvandi, og hetta er avgjørt ein jalig gongd. Men her eru sanniliga manglar, tí tey, ið eru flutt á røktarheim sleppa ikki at venja. Heldur ikki sleppa tey yvir 67 ár, sum enn arbeiða, at venja orsakað av upplatingartíðunum.

 



Niðurgongd í fakliga støðinum innan eldraøkið

Fakliga støðið innan eldraøkið hevur verið merkt av afturgongd seinastu árini. Tað er serliga týðiligt, at ábyrgdin og arbeiðstrýstið hjá teimum við útbúgving og drúgvum royndum eru vorðið størri. Hetta hevur í fleiri førum ført til, at starvsfólk brenna út og í summum førum velja at fara úr starvi innan eldrarøktina. Ein orsøk til hetta er, at tey ikki longur kunnu standa inni fyri tann kvalitetin, sum røktin og tænastan í dag veitir. Harafturat eru ávísar støður, har vit hava sæð umsorganarsvík. Tað kann sjálvandi als ikki góðtakast!

 

Grundleggjandi tørvurin má nøktaðast

Tað sera umráðandi, at vit fyrst tryggja, at tann grundleggjandi tørvurin á røkt og umsorgan. Sum støðan er nú, røkkur tað ikki altíð til ta grundleggjandi røktina, og tí er neyðugt við betri kvaliteti og normering. Hetta er nakað, sum tú sjálvur eisini hevur gjørt vart við, og her eri eg samd. Tá vit hava tryggjað okkum eitt høgt fakligt støði, kunnu vit fara víðari og menna tænasturnar enn meira.

 

Spurningurin um umlættingarpláss ella búpláss

Tað er eisini gleðiligt at hoyra, at NBH hevur fingið fleiri umlættingarpláss. Tó, er tað vert at hava í huga, at hetta vóru búpláss, áðrenn tú tók við sum borgarstjóri. Samstundis hava vit eisini sæð eina minking í tali av búplássum á øðrum deildum, og í dag hava vit færri búpláss, enn tá eldraøkið varð lagt undir kommununa.

 

Umlættingar- ella búpláss?

Spurningurin er, hvørt umlættingarpláss ella búpláss eru betri fyri borgaran? Bæði hava teirra týdning, men tað er umráðandi, at vit fáa eina heildarætlan, sum tryggjar, at tørvurin á bæði umlætting og búplássum verður nøktaður á besta hátt.

 

Jóhanna Syderbø Grúkaskarð

X við Lista D

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch