Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tropiska ódnin Milton – avmyndað úr fylgissveini beint vestan fyri Florida í gjár klokkan 11:46 lokala tíð. Tá hevði hon ment seg upp í 5.stig (category 5). Miðalvindferðin var meiri enn 70 m/s. | Mynd: NOAA

Tropiskar ódnir

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  10.10.2024 - 10:30 Tíðindi Veðrið

Vit eru mitt í árstíðini fyri tropiskum ódnum í Norðuratlantshavi. Sum tað liggur í orðinum, taka tær seg upp í tropunum. Tær herja ikki á okkara leiðum, tó at restirnar onkuntíð hava verið her, men tá hava tær skift ham, og næstan øll megin farin úr.

Ein tropisk ódn tekur seg upp yvir heitum havi. Teir ovast 50 metrarnir mugu vera í minsta lagi 27 stig. Úr heita havinum fer varmin uppeftir, líka sum tá ið vit koyra heitt vatn í eitt uppvaskifat. Nógvi hitin fer upp úr fatinum – og tað síggja vit væl. Meðan varmin fer uppeftir, kemur nýggj luft til frá øllum síðum og heldur varmarákinum uppi. Tað er skjótt, at varmarákið úr uppvaskifatinum steðgur, tí tað er so lítið. Havið er risastórt, so tað kann blíva við og við.

Er ferðin uppeftir nóg stór, kann illveður taka seg upp við stórum toruskýggi og nógvum regni ella heglingi. Við hvørt fer tað at mæla runt sum ein snurritoppur, og so er tað eitt tropiskt lágtrýst. Mennir tað seg víðari, verður meira vindur, og so kann tað menna seg til eina ódn.

Drívmegin í lágtrýstinum ella ódnini er tann heiti sjógvurin. Missir hon sambandið við havið, mennist hon ikki meir men fer í upploysn – líka sum ein bilur, tá ið einki bensin er eftir. Hevur bilurin ferð, tá ið tangin er tómur, rullar hann eina lítla løtu, so steðgar hann. Tropiskar ódnir fara í upploysn, tá ið tær koma yvir land, men tað tekur nakrar dagar.

Tær flestu tropisku ódnirnar taka seg upp nakað eftir hásummar, tá ið hitin í sjónum er komin upp í 27 stig. Ein sesong í Norðuratlantshavi er vanliga roknað at vera frá juni til novembur, men tær kunnu koma uttan fyri sesong, tó tað ikki er vanligt – sí stabbamyndina niðanfyri.

Flestu stormar og ódnir eru frá august til oktobur. Vanliga verður sagt, at 10 av hvørjum 100 órógvum oman fyri heita havið menna seg til storm, og at 1 av 10 stormum menna seg til ódn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch