Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fegnist um viðmerking frá Jóhonnu

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  10.10.2024 - 16:09 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Tað er gott fyri eldraøkið, at fokus verður sett á, hvussu tað kann skipast betur. Tí fegnist eg um, at Jóhanna Syderbø Grúkaskarð hevur tikið sær stundir at lesa og viðmerkja grein mína um eldraøkið, og samstundis sannførir tað meg um, at vit eru rættiliga samd.

Tað, sum er gott, er ikki ringt

Eg valdi í fyrru grein míni at vísa á tað, sum einaferð varð sett í gongd, og sum vit kunnu gleðast um. Millum annað nevndi eg, at tað er gott, at fleiri fáa umlætting, og at rehabiliteringstænasturnar eru munandi betraðar, síðani økið varð lagt út til kommunurnar. Í dag eru tey munandi fleiri, sum fáa umlætting, og meðan tey eru til umlætting, eisini hava møguleika at venja í Ven og Virka. Sostatt kunnu hesi verða betur fyri likamliga, tá ið tey fara heimaftur í tryggu umstøðurnar heima.

Ven og Virka er ein sólskinssøga, ið gevur ómetaliga nógvum eldri borgarum góðar møguleikar at halda seg virknar.

 

Vit skulu stremba hægri

Tað er ein sannroynd, at eldraøkið krevur enn meiri uppraðfesting. Vit mugu stremba hægri, geva betri tænastu og styrkja tær tænastur enn meir, sum borgarin hevur brúk fyri. Tað skal vera gott at eldast í kommunu okkara, og tað fari eg framhaldandi at virka fyri.

 

Hetta er tað, eg lovi

Eg segði millum annað í grein míni, at tað, sum vit skulu raðfesta framyvir, eru fleiri bústaðamøguleikar fyri eldri. Hetta er av alstórum týdningi fyri at nøkta bæði bráðfeingis tørvin á búplássum og fyri at gera búeindir, ið kunnu framtíðartrygga eldraøkið og góð ellisár.

Eisini segði eg, at neyðugt verður at styrkja rehabiliteringina enn meir, tí av royndum vita vit, at hetta gevur munandi hægri lívsgóðsku og førleikar á ellisárum.

Normeringin á eldraøkinum er eisini ein týðandi partur av at veita eina munagóða og virðiliga tænastu til eldru borgarar, so tey bæði fáa røkt og umsorgan. Tað vóni eg ikki, at nakar kann vera ósamdur um.

Til seinast vísti eg eisini á tørvin á, at vit gera fleksibilar røktartænastur, har vit ikki seta fólk í boksir, men heldur hyggja at veruliga tørvinum hjá hvørjum einstøkum og geva tænastur í mun til tørv.

Tað er gott at fáa viðmerkingar frá fólki, sum daliga arbeiða innan økið og vónandi kunnu vit finna felagsstev, so brogarin fær best burturúr.

 

Klaksvík 10. oktober 2024

Jógvan Skorheim

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch