Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eldraøki – mugu hava nokk av plássum!

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  31.10.2024 - 22:31 Politikkur Tíðindaskriv

Til øll tey sum hava lagt nógv fyri og hava bygt hetta landi, skulu vit vera góð við hava plass til, eisini í aldurdóminum. Tey skulu hava ein virðiligan aldurdóm á øllum hugsandi stigum. Eg hoyri hetta um at tey skulu vera heima sum longst, og sum eg eisini taki fult og heilt undir við. Men løtan kemur, tá ið røktin krevst og tá skal tað vera pláss í almennu røktini. Onki meir roks!

 

 

Aldurin kemur ikki einsimallur verður javnan sagt. Tað er í meiningini av at ymiskir skavankir koma og so skal man hava hjálp til tað. Og tá tað er ordnað, so hjálpist man til tann næsti kemur, og tíverri so blíva teir títtari so hvørt sum árini leggjast til. Tó er tað ymiskt sum vit eldast.

Taki slettis ikki undir við hesum sum so ofta er uppi at venda, eldrabyðran! Hvat fyri eldrabyrðu tosa vit um. Jú eg veit at vit liva longri, men vit hava tað eisini gott til likams og sálar í nógv fleiri ár á lívsleiðini í dag, enn fyrr. So tað keypi eg ikki, at vit hava tørv á røkt yvir fleiri ár. Tað kann kannska tykjast so, tí at øki hevur verið førsømt frammanundan. Tað eri eg við uppá, men tann kurvan flætar út.

Annað er at fólkatali sum kemur í skipanina veksur, men hvussu leingi ger tað nú tað. Sórstu skúlaflokkarnir sum fóru í skúla í Klaksvík og bygdunum í Norðoyggjum, fóru í skúla tá íð eg fór í skúla, fyrst í 70unum. Síðani minkaði tali aftur og er ongantíð komi aftur uppá sama støði. Og vit frá 70unum fara at koma inn í skipanina tey næstu 10-20, kanska 30árini.

Vit tosa ikki um 100talls pláss sum koma at mangla, men um eini 20 pláss beinanveg fyri at koma um pukkulinum sum er, til lívs, og so eini 20-30 pláss afturat, yvir tey næstu 10-20 árni.

Hetta eiga vit at klára um vit vilja.

 

Og tað vil eg!

 

Frímund Hansen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eldraøki – mugu hava nokk av plássum!
Kvinna fyllir 20 ár – størsta Kvinna í s…
Valkaféir og Valfundur í Varpinum
FJORD fekk heiðurin sum Ársins Íverkseti…
Latið ei søguna doyggja - um varðveitslu…
Patrik Johannesen er aftur í KÍ
Líggjas 7:55.67 og gull í 800 frí á DMJ…
Gløgt er gestsins eyga
Borg á vitjan á ’Sandinum’
Lokalur lands­liðsleikari heldur fram í K…
Minningarhald teirra sjólátnu í Norðdepl…
Klaksvíkar Sjúkra­hús
Jóannes Bjartalíð skal spæla steypafinal…
Allahalgannahald á Syðradali
Minningarhald í Svínoy
Góða gongdin helt fram í triðja ársfjórð…
Trongt í toppinum
Framdu sparingar­nar á Bústaðir eru ikki…
KÍ-liðskipa­rin gjørt sáttmála fyri 2025…
Leið 400 og býbussarnir