Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leið 400 og býbussarnir

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  30.10.2024 - 18:17 Politikkur Tíðindaskriv

Góð samferðsla er av sera stórum týdningi. Vit hava gjørt stórar íløgur í vegakervi og undirsjóvartunnlar. Hetta er væl útgivin peningur. Synergirnar geva tað fleirfalt aftur í form at betri samskifti, handli og útboð av ymiskum tænastum.

 

Men alt er tilrættalagt til tey sum hava egnan bil. Tú mást hava bil um nyttuvirði av hesum stóru íløgum skal gagnnýtast. Tað er gott at hava bil, men tað kann ikki vera rætt at ein skal verða noyddur at hava bil fyri at kunna fungera í samfelagnum.

Eins neyðugt og gevandi tað varð at fáa undirsjóvartunnlarnar, eins neyðugt er tað at vit fáa eina leið 400 sum koyrir millum høvuðsbýirnar í Føroyum, Klaksvík og Tórshavn, gjøgnum Gøturnar og Runavíkina, hvønn tíma, í bæði norð og suðurgangandi rætningi, frá snimma á morgni til sýla á kvøldi, hvønn dag í viku.

Tá fáa vit endaliga nýttuvirði av stóru íløgunum.

Býbussarnir og bygdaleiðir í norðoyggjum eiga at verða lagdar saman. Kommunurnar samstarva um so nógv, og vit eiga heilt sikkurt eisini at finna fram til eitt samstarv um bussarnar eisini. Øll børn og onnur sum ikki hava bil eiga at kunna luttaka í øllum fríðtíðaraktivitetum uttan at verða avhengig av at onkur í húsinum er tøkur til at koyra tey.

Kanska men kundi spært eitt sindur við at havt smærri bussar sum vóru bíligari í rakastri soleiðis at man kundi koyrt meir og eisini í vikuskiftinum.

Og ein loysn má fáast á bussskýlinum við Sandin. Hatta er ein stór skomm. Hatta er fyrstahonds indtykki sum tann fremmandi fær av økinum, og tað er bara ikki gott nokk. Hatta skal gerast betur.

 

Frímund Hansen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt