Saman um trivnað og mentan: Ein framtíð fyri øll í Klaksvík
Við at arbeiða fram ímóti at skapa karmar, har trivnaður og mentan er í fremstu røð, kunnu vit tryggja okkum, at Klaksvík er eitt stað, ið mennist við atliti til bæði nútíð og framtíð
Trivnaður sum grundarsteinur
Trivnaður er ein grundleggjandi partur av einum sterkum og livandi samfelagi. Við at seta trivnaðin í fokus kunnu vit betra um lívsgóðskuna hjá borgarum og stuðla undir eitt samfelag, har fólk hava tað gott og kenna seg trygg.
Í Klaksvíkar kommunu er kommunuskattaprosentið 20,75 prosent, ið er nakað hægri enn miðal kommunuskattaprosentið fyri allar kommunur í Føroyum, sum er 20,02 prosent. Samstundis er barnafrádrátturin 6.500 krónur, ið er lægri enn miðal barnafrádrátturin í Føroyum, sum er 8.036 krónur.
Hetta vísir eitt øki, har kommunan kann betra um fíggjarliga trivnaðin hjá barnafamiljum. Ein møgulig ætlan kundi verið at endurskoða barnafrádráttin, soleiðis at hann betur stuðlar barnafamiljum og gevur teimum eitt fíggjarligt lyft. Somuleiðis kundi eitt frítíðarkort verið eitt ítøkiligt stig, sum gevur børnum og ungum betri atgongd til frítíðartilboð, og harvið ger Klaksvíkar kommunu til eitt betri stað at vaksa upp og liva í.
Mentan sum lívsmegi
Mentan hevur ein serligan leiklut í at savna fólk og skapa ognarskap fyri staðnum, har tey búgva. Í Klaksvíkar kommunu er eitt ríkt mentanarlív við list, tónleiki og søguligum tiltøkum. Áhugavert hevði verið at ment fyrrverandi mentanarsøgulig tiltøk, eitt nú Atlantis Bio, sum áður var eitt stað, har fólk kundu savnast til filmssýningar. Eitt hugskot kundi verið at brúka Mentanarhúsið Varpið sum eitt biograf-hús til nakrar ávísar filmar. Hetta skuldi ikki verið ein biograftænasta allar dagar, men heldur eitt tilboð, tá serligir stórar filmar koma út.
Við fleiri tílíkum mentanartilboðum kann kommunan stuðla undir tað skapandi og listaliga lívið, sum ger Klaksvík til eitt stað, har fólk trívast og føla seg sum ein part av einum ríkum mentanarlívi.
Støða til frítíðartilboð og ungdómsvirksemi
Kommunan hevur eisini eina serliga ábyrgd at tryggja, at frítíðartilboðini eru góð og væl egnað til tørvin hjá børnum og ungum. Frítíðarkortið kann eisini fevna um fleiri enn tey, ið ganga høgt upp í ítrótt, tí ikki allir ungdómar hava sama áhugan fyri ítrótti. Hetta ger, at fleiri kunnu fáa gleði av frítíðartilboðunum í býnum. Ein hugskot kundi verið at styrkt um stuðulin til Ungdómshúsið, sum longu ger eitt týðandi arbeiði við at savna ungdómar í einum tryggum og stimbrandi umhvørvi. Við at gera meira burtur úr hesum tilboðnum kunnu vit skapa rúm fyri einum fjølbroyttum virksemi, ið stuðlar undir trivnaðin hjá einum breiðari bólki av ungdómi.
Framtíðarætlanir innan trivnað og mentan
Kommunan kann hava greiðar ætlanir fyri framtíðar menning av trivnaðinum og mentanarlívinum. Við at arbeiða fram ímóti at skapa karmar, har trivnaður og mentan er í fremstu røð, kunnu vit tryggja okkum, at Klaksvík er eitt stað, ið mennist við atliti til bæði nútíð og framtíð.
Álvur M. Zachariasen - Ein spíri úr sterkari rót.
Valevni fyri lista D til kommunuvalið 12 novembur í Klaksvík