Veðrið um vikuskiftið
Tað var kalt at vakna í morgun. Høgu fjøllini hvít oman ímóti bøgørðunum, og kavi á bilrútunum. Hitalagið bert 1-2 oman fyri frostmarkið.
Hetta kalda luftrákið av útnyrðingi fer at vera, til nakað er liðið út á seinnapartin. Tá fer ættin at ganga allan vegin niður í sunnan, og vindurin fer at veksa eitt sindur. Hitalagið fer, alt annað líka, eitt fitt vet uppeftir. Ættin fer at liggja millum sunnan og útsynning alt vikuskiftið.
Eitt brúgvalag við regni fer framvið í vikuskiftinum, og tað er í morgin ári og fyrrapart. Annars er einki samregn, men okkurt ælið viðhvørt. Tað sleppa vit illa undan.
Veðrið um vikuskiftið dag fyri dag:
Seinnapartin í dag fer hann at liggja av útnyrðingi eina løtu afturat. Vindferðin um 5 til 10 m/s, men tá ið nakað er liðið út á seinnapartin, minkar vindurin niður um 5 m/s, meðan ættin spakuliga gongur niður ímóti suðuri. Loftið smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld, eftir at ættin er komin niður í sunnan, fer vindurin aftur at veksa upp í 5 til 10 m/s. Hitin í dag millum frostmarkið og 4 stig.
Í nátt fer hann at liggja av suðuri, men út á fyrrapartin fer ættin í útsynning, og vindurin fer at veksa upp í 8 til 13 m/s, onkrasteðs upp í 15 m/s. Frá tíðliga um morgunin samdrigið og regn. Tað slítur í út á seinnapartin. Hitin fer at liggja millum 6 og 11 stig.
Sunnudagin fer hann at liggja av útsynningi allan dagin, vindferðin 5 til 10 m/s, samdrigið og løtur við ælaveðri. Hitin sunnudagin 9 til 11 stig.
Gott vikuskifti.