Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góð ellisár

SKRIVAÐ: Ísak Mikladal  |  08.11.2024 - 17:30 Politikkur Tíðindaskriv

Eg havi tað sjónarmið, at skal man hava rímiliga góð ellisár, so má man so tíðliga sum gjørligt fyrireika seg uppá ellisárini, ongantíð betur um man um seksti ára aldur, tekur nakrar týðandi avgerðir hvat viðvíkur lívsstíli.

 

 

 

Minka um tað sum er ósunt og vera virkin, uttan at leypa framav, men bara hava tað dagliga í tonkunum, ansa eftir vektini, nokk av grønmeti, frukt og annars sunnan mat og rættan svøvn og hvíld.

Mær er tilluta góð heilsa, sum 74 ára gamal fari eg til arbeiðis kl. 04.30 og eri heima aftur umleið 11.30 tað vil siga umleið 7 tíma arbeiðsdag. Kundi hugsa mær at fleiri eldru høvdu líknandi møguleika.

Síðan havi eg restina av degnum og vikuskiftini til alt fyrifallandi arbeiðið og familjuna – og tað trívist eg serstakliga væl við.

Og engin ivi skal verða um, at best er um vit tilkomnu kunnu verða í egnum heimi sum longst

Tað verður tosað um eldradepil úti í Grøv, men einki ítøkiligt og als ikki um tað fíggjarliga, kortini verða hildin rættiliga tætt at kroppinum og tað dámar mær ikki serliga væl – tí tað sær út sum arbeitt verður í duldum – hví?

Tað er komið mær fyri oyra, at økið  úti í Grøv er tøkt og at fari er í gongd við ávísum fyrireikingum til røktarheims verkætlan og eldra íbúir.

Talan er um matr., 1618 av veltum lendi, sum liggur til Gerðahaga, og er umleið 10.000 fermetrar til víddar.

Eingin kostnaður av eini slíkari verkætlan er nevndur. Skulu Sambýlið í Bøgøtu (7), Norðoya Røktarheim (28) og Norðoya Ellis- og røktarheim (9) 44 búpláss tilsamans niðurleggjast. Bygningarnir seljast ella nýtast til annað endamál, má roknast við at tørvurin, umframt tey 44 plássini, er væl hægri, til dømis á eini 80 røktarplássum í framtíðini.

Afturat hesum er talan um at byggja eldraíbúðir á økinum.

Um vit siga, at neyðugt er við gólvvídd á leið 5500 fermetrar til røktarheimið og kostnaðurin pr., fermetur er kr. 60.000,- (H-bygningurin er á leið 75.000) er talan um ein kostnað á umleið 330 mill., kr.,

Men hvussu hevur man hugsað at fíggja verkætlanina – tað sum er mest umráðandi at fáa fram í ljósið.

Nevndu heim kunnu vera ein partur av fíggingini, men allarhelst verða tey brúkt av Kommununi til onnur endamál, uttan Norðoya Røktarheim, sum verður lagt afturat Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og kunnu nakrar milliónir koma haðani.

Tað vil siga at finnast skulu umleið 300 mill., kr.,

Hvussu raðfesting og fíggingarleisturin skal vera, er eitt tað fyrsta, sum komandi býrað má fáa gongd á.

Gangi út frá, at eldraíbúðirnar koma at hvíla í sær sjálvum, fíggjarliga.

Dugi tó illa at síggja synergiin í at byggja úti í Grøv. Tá hava vit – eldradepil úti í Grøv – Klaksvíkar Sjúkrahús – Sambýlið á Heygnum. Og mær dámar illa at fari verður eftir veltum lendi, sum minni og minni er til av.

 

 

Við Sambýlið á Heygnum og har á leið eru umleið 25000 fermetrar, sjá mynd omanfyri.

Tað er møguligt at bæði Røktarheim, eldraíbúðir og nýggjur barnagarður kunnu byggjast her

Um tað er gjørligt, fær man størri nýtslu av felagsfasilitetum, starvsfólkum, v.m., og tað hevði helst samanlagt verið rakstrarliga minni kostnaðarkrevjandi.

 

Vinarliga

Ísak Mikladal, valevni á lista A til kommunuvali

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika