Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lágt stendur sólin og tíðliga skínur | Mynd: Kristian Christiansen

Vátt vikuskifti

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.11.2024 - 14:10 Tíðindi Veðrið

Vit hava havt ein frískt rák eystaneftir í morgun saman við regni ella ælaveðri. Hitalagið liggur 1 ella 2 stig oman fyri tað sum krevst til vátakava.

Eitt lágtrýst liggur í útsynning úr Føroyum, og vit liggja litt í trognum, har sum regnumráði er, og har sum veðrið er umleypandi, og tað fer at vera eitt sindur skiftandi í vikuskiftinum.

Skiftandi ætt og vindferð – sunnudagin upp ímóti stormi – men allatíðina eitt sindur vátt.   

Hann fer at liggja eystaneftir seinnapartin, 10 til 15 m/s. Í kvøld fer hann at minka niður í 3 til 8 m/s. Allan dagin skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.

Í morgin 5 til 10 m/s av útsynningi, í løtum, 13 m/s, samdrigið og ælaveður, um kvøldið samregn. Hitin um 6 til 10 stig.

Sunnudagin fer hann at veska upp í 15 til 20 m/s av norði, í støðum stormur, 23 m/s. Tað er samdrigið og regn. Seint um kvøldið ella um náttina minkar vindurin, framvegis samdrigið men við kava- ella vátakavaæli. Hitin fer at liggja um frostmarkið og upp í 4 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur