Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn heldur fram at hækka

SKRIVAÐ: betri.fo  |  29.11.2024 - 15:58 Tíðindi Vinna

Nýggjastu tølini hjá okkum vísa, at miðal sethúsaprísurin í Tórshavn heldur fram at hækka.

 

 

Fyrstu nýggju mánaðirnar í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn í miðal 4,2 mió. krónur. Hetta er ein hækking á 12%, í mun til miðalprísin í fjør.

Higartil í ár er miðal sethúsaprísurin í Eysturoynni og í Føroyum ávíkavist 2,3 og 2,7 mió. krónur. Tað er á sama støði sum í fjør.

Eftir fleiri árum við rentuhækkingum eru tjóðbankarnir byrjaðir at lækka rentuna. Útlit eru til fleiri rentulækkingar komandi árið. Tað merkir, at bústaðarlán verða bíligari.

Vit hava í fleiri ár staðfest, at eftirspurningurin eftir bústøðum er munandi hægri enn útboðið. Tað hevur havt við sær hækkandi bústaðarprísir. Samstundis kann hugsast, at útlitini til lægri bústaðarrentu eisini er við til at økja um eftirspurningin, og harvið hækka bústaðarprísirnir framhaldandi í Tórshavn.

Betri Heim staðfestir, at eftirspurningurin er høgur, og at tey hava selt munandi fleiri ognir higartil í ár samanborið við í fjør.

”Vit síggja eitt rák, har fleiri velja at keypa sær ein bústað uttanfyri Havnina, tí prísstøðið í Havnini er vorðið so høgt. Eftirspurningin er stórur eftir øllum bústaðarsløgum, og vit fáa alt fleiri fyrispurningar eftir luta-, lestrar- og eldraíbúðum. Vit síggja framvegis, at stórur tørvur er á fleiri og meira fjøltáttaðum búeindum.” sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Lýsing