Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vilma Larsson, sum hevur valt at vera heimagangandi, sigur, at hon sá, hvussu stressaðar bæði systir, mamma og omma hennara vóru av at vera noyddar at arbeiða | Mynd: BBC

Nýtt gamalt rák: Bleyt genta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.12.2024 - 09:27 Mentan Tíðindi Vinna

Í Svøríki er eitt rák, ”Hemmaflickvän” ella ”Hemmafru”, farið at síggjast, har ungar kvinnur frávelja arbeiðsmarknaðin og siga seg úr starvi fyri í staðin at vera heimagangandi. BBC hevur gjørt eina samrøðu við eina av hesum ungu kvinnunum, sum sigur, at hon hevur ongantíð verið eydnusamari.

 

 

Vilma Larsson, ið er 25-ára gomul, hevur áður arbeitt í matvøruhandli, á røktarheimi og á verksmiðju. Fyri einum ári síðani segði hon seg úr starvi og fór heim at vera unnusta hjá manni sínum fulla tíð. Og sjálv sigur hon seg aldrin hava havt tað betri.

– ”Lívið hjá mær er vorðið bleytari. Eg stríðist ikki. Eg eri ikki serliga strongd. Hvønn mánað gevur unnusti mín mær eina upphædd, og um mær tørvar meira, so spyrji eg hann bara. Ella eg seti til síðis, um mær tørvar minni onkran mánað”, sigur Vilma.

Rákið rópast á svenskum hemmaflickvän, heimaunnusta, og hemmafru, heimakona, alt eftir um kvinnan er gift ella unnusta hjá manni sínum. Á enskum verður tað rópt ”soft girl”, sum beinleiðis umsett merkir bleyt genta. At tað eitur genta heldur enn kvinna kemst m.a. av, at Ungdomsbarometern hevur kunngjørt eina kanning, har 14% av teimum 14-ára gomlu gentunum siga sín samleika vera soft girl.

Rákið kann sjálvsagt ikki sigast at vera nýtt, tí mong fólk í dag minnast framvegis, tá heilt nógvar kvinnur vóru heimagangandi heldur enn á arbeiðsmarknaðinum, ikki minst her í Føroyum. Og eftir Svøríki at døma, eru tað nú aftur gentur og kvinnur, sum fegnar vilja vera heimagangandi og í antin parlagi ella hjúnabandi við ein mann, ið so stendur fyri at vinna peningin til nærsambandið.

Meira um rákið kann lesast á https://www.bbc.com/news/articles/c0j1wwypygxo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum