Lýsing
Lýsing
Lýsing

SEV kann lækka prísin hálva krónu kilowatttíma í morgin

SKRIVAÐ: Hans Jakup Mikkelsen  |  13.12.2024 - 10:54 Lesarabrøv Politikkur

Um kapping verður, hava føroyingar mist tamarhaldið á streymframleiðslu í Føroyum, og alt verður dýrari umframt, at SEV tá ikki hevur veitingartrygdina at hugsa um til ampa fyri føroyskt vinnulív og føroyska borgaran

 

 

Endamálið við vinnupolitikki er at hækka livistøðið hjá okkum føroyingum. Ein háttur er at lækka tær útreiðslur, sum vit øll hava, so vit kunnu fáa tað betri.

SEV hevur monopol og er alment, og hevur tað ongan marknaðarvága, tí allir føroyingar eru noyddir til at keypa streym frá SEV. Sostatt er eingin orsøk til, at SEV hevur yvirskot.

SEV fær bílig lán, tí kommunurnar í Føroyum eiga SEV. Tað vil siga vit øll. Um kommunurnar borga fyri lánunum hjá SEV er ikki neyðugt, at SEV hevur eginpening ella hevur eina drift, sum gevur yvirskot. SEV kann tí vera eitt kost-centur og ikki eitt profitt-centur.

Útbyggingarnar hjá SEV eru stórar og hava langa livitíð. Eitt nú byrgingar. Tí kann avskrivingarprofilurin leingast sera nógv, tí eingin orsøk er til, at vit sum gjalda í dag, skulu gjalda fyri okkara eftirkomarar eisini.

Um avskrivingarprofilurin verður longdur til 50 ár, sum er loyvt sambært roknskaparlógini, og SEV setir útsøluprísin hvørt ár, so bert raksturin verður goldin og einki yvirskot, umframt at SEV rindar út eginpeningin yvir prísin yvir eitt tíðarskeið á 10 ár, kann SEV beinanvegin lækka streymprísin við hálvari krónu kilowatttíma. Hetta sambært roknskapinum frá 2023.
Umhvørvismálaráðharrin vil røkka sínum umhvørvismálum óansæð prís

Umhvørvismálaráðharrin hevur sett ein serfrøðingabólk, sum skal finna út av, hvussu nógv stórar privatar fyritøkur sjálvar kunnu framleiða av varandi orku. Tað veri seg við vindmyllum og sólpanelum. Trýstið á SEV er, at SEV skal hjálpa hesum fyritøkum at skapa sítt egna ravmagnsnet fyri síðani at brúka SEV sum útjavning tá ástendur. T.v.s. selja sítt ravmagn til SEV, tá nógv verður framleitt við vindmyllum og sólpanelum og annars keypa frá SEV, tá hesi amboð framleiða ov lítið.

Ætlanin er vist (og hetta er bygt á leysasøgur), at hesar stóru fyritøkur skulu fáa streymin væl bíligari, enn privati brúkarin rindar. Ein prísur, sum hevur verið havdur á loftið er, at hesi feløg skulu kunna keypa streym frá SEV fyri góð 40 oyru kilowatttíma, tí tað er tað, sum hesar stóru fyritøkur sjálvar megna at framleiða fyri við vindmyllum. Úrslitið av hesum er, at vit vanligu borgarar skulu gjalda fyri hetta, og fer prísurin fyri hvønn kilowatttíma til vanliga brúkaran at hækka sera nógv, tá hesir stórbrúkarir av streymi eru knýttir uppí netið hjá SEV.

Hetta fer at lækka livistøðið munandi hjá føroyska borgaranum, og er samhaldsfestið tveitt fyri borð. Slíkur politikkur er vegurin til trældóm, har tey ríku gerast ríkari og fátøku fátækari. SEV er eitt natúrligt monopol, sum vit øll eiga, og SEV er lívsnervin í føroyska samfelagnum. Tí skal SEV verjast og ikki verða trýst til hissini verkætlanir, sum privatar fyritøkur og umhvørvismálaráðharrin finna fyri gott.

Vit skulu minnast til, at fleiri ættarlið av føroyingum hava tikið stór tøk og stríðst og strevast fyri at fáa bygt SEV út til tað, vit hava í dag. Tað er tí skeivt, at stórar føroyskar fyritøkur í dag skulu heysta eitt avkast av tí, sum allir føroyingar hava bygt upp tey seinastu 80 árini. Stóru fyritøkurnar skulu gjalda sín part av kostnaðinum, so allir føroyingar fáa ágóðan.

 

Ongin privat fyritøka inn á brúkaramarknaðin fyri streym

Tað er lívsneyðugt, at SEV veitir streym alla tíðina. Tí skal veitingartrygdin ongantíð setast í vanda. Hon skal til allartíðir vera har og verjast, tí so mangt er bundið at henni. Tað er tí vandamikið fyri samfelagið at lata onnur sleppa inn á marknaðin, sum bert hava gjørt íløguna við avkasti fyri eyga og harvið seta veitingartrygdina í vanda.

Tá SEV skal veita øllum Føroyum streym til sama prís, verður hann nakað hægri enn, um SEV bert veitti streym í miðstaðarøkinum. Allar oyggjar skulu veitast – eisini útoyggjar, og tí er tað nakað dýrari. Tær privatu fyritøkurnar veita bara inn á netið í miðstaðarøkinum og hava tí ein lágan framleiðslukostnað. Tað verið seg við vindmyllum, vatnverkum ella sjóvarfalsráki.

Privatar fyritøkur skulu ikki tjena pening uppá at selja til brúkaran. Tað verður júst sami ruðuleiki, sum er í Danmark í løtuni. Tað hevur tí týdning, at SEV eigur alla sølu av streymi.
Privatar fyritøkur eru, sum framleiða streym við vindmyllum og selja framleiðsluna til SEV. Orsøkin var og er, at tær seta ferð á grøna skiftið. Tað hevur tó týdning, at privat feløg ikki selja til brúkaran, men at SEV selir allan streym til sama prís, so øll eru javnsett.

SEV skal arbeiða framm ímóti at útbyggja framleiðsluna av varandi orku, so oljunýtslan við árunum minkar. Privatar fyritøkur kunnu eisini vera við í framleiðsluni. So hvørt sum ein útbygging er framd, kann SEV hækka ella lækka prísin, sum svarar til driftina av útbyggingini.

Hetta ger, at prísurin er meira kendur enn, at hann sveiggjar við prísinum á olju, tí hann kann broytast nógv, serliga nú vandið er fyri einum stórkríggi í Miðeystri. Tó er tað so, at SEV ongantíð sleppur av við at brúka olju, tí SEV skal tryggja, at streymur altíð er til staðar.

Spurningurin er, hvør livitíðin er fyri eina vindmyllu. Møguliga skulu tær endurnýggjast 10inda hvørt ár. Um so er, so eru tær neyvan burðardyggar og fara bert at vera eitt ískoyti til orkuna. Bert 2% av heimsins orku kemur frá vindi, so tað er neyvan loysnin.

SEV er eitt natúrligt monopol, og tí er ikki neyðugt at loyva nøkrun privatum fyritøkum inn á marknaðin, sum hava til endamáls at fáa avkast, sum borgarin skal rinda. Einasta treyt er, at vit altíð halda eitt vaki eyga við atferðini hjá SEV og trýsta prísin niður.

 

Grøna bylgjan lækkar livistøðið

Føroyar mugu ikki koma í somu støðu sum Evropa. Evropa vantar orku og evropeiskir leiðarar hava verið sera bláoygdir. Teir hava undirlagt seg krøvini frá grønu bylgju og stongt orkuframleiðslu frá koli, olju og kjarnorku.

Ístaðin varð gass keypt úr Russlandi. Síðani kríggið í Ukraina byrjaði, er kaðalin við gassi úr Russlandi til Evropa sprongdur. Hetta hevur so viðført, at Evropa má keypa sera dýrt gass úr tildømis USA ístaðin.

Grøna bylgjan hevur fastatøkur í Evropa. Alt skal leggjast um, so ongar fossilar keldur vera nýttar til orku. Trupulleikin hjá grønu bylgju er fatanin av heiminum. ES og USA vera bert um 10% av fólkatalinum í heiminum. So tað hevur so lítlan týdning, hvat vit gera. Fólkatalið fer í framtíðini at vaksa nógv í Afrika og í Asia.

Umleið 80% av nýtsluni í heiminum er í dag frá koli, olju og gassi. Í 2040 er tað ikki broytt nevnivert. Væntandi er, at nýtslan av koli, olju og gassi er tann sama sum í dag. Útbyggingin av varandi orkukeldum fer bert at megna at nøkta øktað tørvin á orku. Orsøkin er, at stór lond sum Kina, India og triðji heimurin koma at brúka fossilar keldur til orku. So um Danmark og Føroyar leggja øll eggini í kurvuna hjá grønu bylgjuni, flytir tað einki.

Í Afrika eru sekshundrað milliónir fólk, sum ikki hava atgongd til streym. Grøna bylgjan ger tað bara torførari hjá hesum fólki at økja sítt livistøði. Hesi lond í Afrika mugu brúka fossilar keldur til at økja um livistøðið hjá sær. Vit skulu ikki gloyma, at endamálið við øllum vinnupolitikki er at økja livistøðið hjá tí einstaka, so fólk kunnu fáa tað betri.
Átøkini frá grønu bylgju lækka livistøðið hjá okkum við at leggja CO2-skatt á okkum umframt at stuðla sølu av el-bilum og el-tøkni. Mvg-stuðulin til el-bilar hevur kostað føroyska samfelagnum eina hálva milliard krónur. Hesin stuðul er farin til ríkar føroyingar, sum hava keypt sera dýrar bilar bíligari.

Betri var, at hesin peningur var brúktur til vælferðarsamfelagið, til tey fátøku og sjúku. Við hesum hevur umhvørvismálaráðharrin ofrað livistøðið hjá vanligum føroyingum, so hann kann røkka sínum umhvørvismálum.

Og fyri fólk í Afrika er slíkur politikkur beinleiðis skaðiligur, tí tey fáa ikki møguleikan til at hækka sítt livistøði við fossilum keldum. Eisini hevur grøna bylgjan ríka ávísar fyritøkur upp. Besta dømið er Elon Musk. Øll umhvørvisgjøld eiga at vera avtikin, tí tey eru atferðarstýrandi.

 

Sanktiónirnar ímóti Russlandi raka Evropa

Russland hevur stongt fyri gassinum, og stóri taparin í hesum sanktiónum ímóti Russlandi er Týskland, sum er størsti búskapurin í Evropa. Við at Týskland má keypa dýra orku, er vinnulívið ikki kappingarført, og búskapurin í Týsklandi minkar. Týskland er motorurin í ES, og um Týskland viknar, fer tað at avirka okkum øll í Evropa.

Danmark hevur eisini trupulleika við orku. Tá lítið er til av gassi, hækkar kostnaðurin, og hava prísirnir á ravmagni til tíðir verið hægri enn í Føroyum, sum var óhoyrt fyri nøkrun árum síðani.

Tað er løgið at hugsa sær, at bæði Danmark og Bretland skulu rinda so nógv fyri gass og olju, tá hesi lond sjálvi útvinna bæði gass og olju í Norðsjónum. Tey kundu havt fingið sær alment monopol og ásett prísin eftir, hvat tað kostar at framleiða ístaðin fyri at kappast á einum opnum marknaði.

Orsøkin til hesa støðu er, at tað kom eitt politiskt trýst um at privatisera ravmagnsmarknaðin, tí tað skuldi vera tað besta fyri brúkaran. Fræls kapping er av tí góða. Trupulleikin er bara, at tá ravmagn vantar, hækka prísirnir nógv á einum frælsum marknaði. Og tað vantar gass í Danmark, tí størsta gassfeltið hevur verið undir viðlíkahaldi í fleiri ár og hevur tí einki framleitt. Hetta feltið er vist farið í gongd aftur fyri kortum.

Danmark fór glaðbeint uppí hendan stóra marknað, og kaðal varð spentur millum lond, so ravmagnið kundi seljast um alt Evropa, og har valdar fræls kapping. Útboðið er soleiðis háttað, at alt ravmagn verður bjóðað út óansæð, hvør keldan er, og prísurin verður settur eftir síðst-seldað ravmagni, og øll fáa sama prís sama tíðarskeið.

Framleiðsla hjá biogassverkum, vindmyllum, vatnmyllum, sólorku, olju og gassi fáa sama prís. Tá so gassið er sera dýrt at keypa, fáa hinar keldurnar sama prís og hava eitt sera stórt yvirskot. Eitt nú kostar tað bert 0,25 kr/kwt at framleiða við vindorku. So vindmyllurnar fáa eitt sera stórt yvirskot, og tað er vanligi danin, sum rindar tað, og ríkar hesar privatu fyritøkur. Hurrá fyri frælsari kapping.

 

Í Føroyum er monopol

Um eftirspurningurin í Føroyum hækkar, hækka prísirnir ikki, tí vit hava monopol, og prísirnir eru vanliga ásettir fyri 1 ár í senn og ásettir út frá, hvat tað kostar at framleiða við einum yvirskoti.

Somu røddir hava verið frammi í Føroyum um at privatisera søluna av ravmagni. Eitt tilmæli er sent løgtinginum um júst tað. Tað einasta hetta viðførir er, at føroyingar skulu gjalda eitt avkast til hesi sølufeløg. Avkastið fer bert at hækka prísin fyri føroyingar.

Um kapping verður, hava føroyingar mist tamarhaldið á streymframleiðslu í Føroyum, og alt verður dýrari umframt, at SEV tá ikki hevur veitingartrygdina at hugsa um til ampa fyri føroyskt vinnulív og føroyska borgaran.

 

Hans Jakup Mikkelsen 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg