Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bylgjurnar gingu høgt í kjakinum millum Aki-Mathildu Høegh Dam og Rasmus Jarlov, og argumentini mintu heilt nógv um tey í føroyska fullveldiskjakinum á sinni | Mynd: DR skíggjamynd

Jarlov: Grønland er og verður danskt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.01.2025 - 13:31 Politikkur Tíðindi

Á DR-Deadline í gjár var sjónvarpskjak millum Rasmus Jarlov frá Konservativa flokkinum í Danmark og Aki-Mathilde Høegh Dam úr Siumut í Grønlandi. Rasmus Jarlov førir fram, at grønlendingar í 1952 sjálvir hava framsett eitt ynski um at gerast partur av Danmark, meðan Aki-Mathilda sigur hetta vera ”fuldstændig faktuelt forkert”

 

 

Aki-Mathilde Høegh Dam førdi fram, at amerikanski áhugin fyri Grønlandi heilt greitt prógvar, at Grønland er sera týdningarmikið geopolitiskt. Men hon legði eina við, at hennara ynski er, at grønlendska fólkið sjálvt fær ”højhedsret” yvir egnum øki. Hon sær hetta sum eitt heilt natúrligt ynski, og harvið er hon ikki fyri at leggja Grønland undir nakað annað vald, men at amerikanska ynski undirstrikar, hvussu virðismikið Grønland er. 

Rasmus Jarlov segði hinvegin, at tað var torført at taka Donald Trump í álvara. At Donald Trump skrivar mong ør ting fyri tíðina, eitt nú vil hann eisini yvirtaka Canada. Jarlov vísir eisini á, at góði vinur Trump, Elon Musk, somuleiðis skrivar ør ting um, at hann vil seta bretska fólkið í frælsi og at yvirtaka Panama-kanalina. Tað er torført at fyrihalda seg til, hóast Donald Trump verður ein sera valdsmikil persónur í næstum, sigur Jarlov.

Men ynskið um at USA fær vald yvir Grønlandi, er sera gamalt. Tað varð framsett fyrstu ferð í 1917, síðani í 1946 og so aftur í 2019. Í 1917 fekk USA Vestindisku Oyggjarnar frá Danmark við treyt um, at USA frásegði sær sítt krav upp á Grønland. Eftir seinna heimsbardaga fingu amerikanarar tó loyvi til at seta ein basa upp í Thule. Og í 2019 bjóðaði Donald Trump seg so til at keypa Grønland frá Danmark, men fekk krakk.

Alt kjakið kann síggjast á https://www.dr.dk/drtv/se/deadline_-magtforskydning-i-rigsfaellesskabet_498859

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…