Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar og nýggi felagsskapurin

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  09.01.2025 - 10:40 Politikkur Tíðindaskriv

Eingin er betur førur fyri at avgera, hvat er gott fyri føroyingar enn føroyingar sjálvir.

 

Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark mugu skipast av nýggjum. Í langa tíð hevur verið greitt, at skjótt 77 ára gamla Heimastýrislógin hevur tænt fyri seg, og tíðin er komin til eina aðra skipan.

 

Tummil upp ella niður

Tað fer komandi gerðarrættarniðurstøðan um føroyskan limaskap í WTO eisini at vísa. Sama hvør niðurstøðan verður. Vendir tummilin upp, so er tað aftur ein staðfesting av, at vit – sum vit eisini skulu – hava rættindi og heimildir, sum danir annars vanliga tvíhalda um, at grundlógin ikki loyvir. Vendir tummilin niður, so er tað enn eitt dømi um, at verandi karmar eru alt ov trongir.

Politiska skipanin eigur av tí sama at fara undir arbeiðið at fáa staðfest ein samstarvssáttmála millum Føroyar og Danmark, sum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í politiskum felagsskapi.

 

Sleppa ikki framat

Tað er tildømis ein afturvendandi avbjóðing, at vit ikki fáa limaskap í altjóða felagsskapum og ikki sleppa at umboða okkum sjálvi allastaðni. Tað avmarkar í onkrum førum møguleikarnar at menna okkara vælferð og vinnulív. Hendan støðan er eisini alt annað enn virðilig fyri fleiri av okkara góðu ítróttafólkum, sum verða kroyst at kappast millum heimsins bestu undir Dannebrog.

Við hørðum arbeiði, trýsti og forstáilsi er føroyska sjálvræðið víðkað so hvørt undir Heimastýrislógini. Men vit verða framvegis ikki viðurkend og boðin inn, tá ið vit banka upp á dyrnar í ST, WTO, Norðurlandaráðnum, IOC og aðrastaðni. Eg eri eisini sannførdur um, at verandi skipan heldur ikki lættir um møguleikarnar at vinna okkum neyðugu handilssáttmálarnar ella heilsufrøðiligu sáttmálarnar, sum skulu vera grundarlag undir størri vinnuligari virðisøking.

 

Praktiskan felagsskap

Støðan krevur, at vit í Føroyum á tryggum grundarlagi endurhugsa felagsskapin við Danmark og Grønland av nýggjum. Vit skulu semjast um eina konstruktión, ein rúmsáttan politiskan felagsskap, har Føroyar kunnu verða viðurkendar sum sjálvstøðugur limur í ST.

Tað eru ymiskir møguleikar at skipa ein øðrvísi og praktiskan felagsskap, so vit í Føroyum fáa størri rásarúm og betri møguleikar at menna okkara sosialu vælferð. Tað er jú høvuðsendamálið við arbeiðinum, tí okkara viðurskifti við Danmark ávirka, hvussu Føroyar kunnu mennast í tíðini, sum kemur.

Initiativið skal koma úr Føroyum við stórari fólksligari undirtøku. Endar tað hinvegin aftur sum politiskt klandursmál herheima, so koma vit ongan veg.

Uni Holm Johannesen
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkurin 

Lýsing
Seinastu tíðindini
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri