Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú fæst greiða á spurninginum um føroyskan WTO limaskap

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  10.01.2025 - 13:31 Politikkur Tíðindaskriv

Nú fer sokallaða § 6 nevndin, sum skal taka støðu til, um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO, til verka.

 

Hetta hendir, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í sambandi við ríkisfundin í Keypmannahavn fyrrapartin, undirskrivaðu eina felags áheitan á Hægsta Rætt um formliga at seta nevndina.

Nevndin skal taka støðu til henda stutta spurningin:

Er limaskapur Føroya í egnum navni í World Trade Organization (WTO) sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya?

Føroyskur WTO limaskapur hevur alstóran týdning fyri Føroyar og føroyska búskapin. Tað var eitt stórt og søguligt stig, tá vit saman og í semju – bæði í Føroyum og Danmark, samdust síðsta summar, um at royna § 6 nevndina fyri fyrstu ferð nakrantíð. Eg veit, at summi hava ótolnast eftir at nevndin fór til verka. Men hetta eru ótroddar gøtur, og tí hevur verið neyðugt við fyrireikingartíð. Eg fegnist um, at nevndin nú formliga fer til verka, og eg ivist ikki í, at nevndin fer at arbeiða skjótt, og síggi fram til eina niðurstøðu í 2025: Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Søguligt stig sum ikki er roynt áður

Tað var í sambandi við ríkisfundin í Aalborg síðsta summar, at løgmaður og danski forsætisráðharrin samdust um søguliga stigið, at spurningurin um føroyskan WTO limaskap skuldi roynast í einari serligari nevnd, sbrt. heimastýrislógini § 6. Hetta varð gjørt eftir, at landsstýrið hevði fingið undirtøku frá einari samdari uttanlandsnevnd.

Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, hevur hendan § 6 nevndin ongantíð áður verið sett. Tí hevur verið neyðugt at fyrireika gjølla, hvussu nevndin skal setast, og hvussu hon skal virka. Hetta hava Løgmansskrivstovan og Statsministeriet arbeitt við síðani í summar. Semja er nú um hesi viðurskifti, sum eru lýst í felags áheitanini á Hægsta Rætt, sum í dag er undirskrivað.

Føroya landsstýrið og danska stjórnin hava, hvør í sínum lagi, valt tvey umboð í nevndina. Í næstum verður kunngjørt, hvørji umboðini í nevndini eru.

Felags áheitanin á Hægsta rætt er orðað á donskum og føroyskum, og kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lítil áhugi fyri Føroyum
Seðlarnir koma út kl. 16
Medicus P 53
Nú fæst greiða á spurningi­num um føroysk…
Seinasta prædikan hjá Johan Nielsen
Veðrið um vikuskiftið
Trump fingið beinagrindir at rapla úr rí…
47 hval løgdu beinini í Hvannasundi
Brandur gjørdi góðan túr
Magne Hoseth hevur fingið nýtt starv
Landingarmiðstøðin Barið í Tórshavn keyp…
Grind verður hildin til
At vera eitt land ella ikki at vera eitt…
Símun Kalsø til EB/­Streym
Útróðurin á Stongunum ótolandi umstøður
Rani: - Eg fari at geva mína fyrstu bók…
- Vit kundu lættliga blivið nummar eitt
Grindin ikki dripin í kvøld
Botnfrádráttur & fátækradømi
Størsta nýggjársbrakið verður sent beinl…