Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk

SKRIVAÐ: Steffan Klein Poulsen  |  15.01.2025 - 18:58 Politikkur Tíðindaskriv

Í gjár skrivaði Torbjørn Jacobsen eitt lesarabræv, har hann ferð eftir ferð undirstrikaði at Helgi Abrahamsen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og undirritaði hava lagt uppskot fram, sum er byrjanin til “solidarisku jarðarferðina” hjá SEV.

 

 

Hetta er beinleiðis ósatt, tí uppskotið sum vit trý hava lagt fram í Løgtinginum, er tað sama, sum Torbjørn útgreinar í mynd 1:

 

 

Hetta er sambært semjuskjalinum, sum Torbjørn, vegna Kommunufelagið, sjálvur hevur skrivað undir. Og hetta er eisini tað sum vit trý hava lagt fram.

Av onkrari orsøk, sum eg ikki kenni til, so manipulerar Torbjørn allar føroyingar til at halda, at uppskotið snýr seg um at knúsa net-monopoli hjá SEV, sum á mynd 2:

 

 

Hetta er ikki ætlanin og hesum taki eg ikki undir við.

Onkur hevur víst á ein setning í lógartekstinum í okkara uppskoti, har eitt orð møguliga manglar, men tað rættvísgerð á ongan hátt, at Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk á henda hátt.

Eg frábiði mær at vera undirlagdur at vilja knús SEV og byrja eina “solidariska jarðarferð”.

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru há…
Hósdagin 19. februar verður stór ferðavi…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Torradagar á Skúlatrøð
Er kuril á tráðnum í samgonguni?
Bjargingarbrøgd í KFUM & K
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Torratingið avlýst!
Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Beinir spyr um Kalsoyar­leiðina
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Torraskráin Mikudagin
Bílig fígging ger dýrar verkætla­nir lokk…
Brøgd á sjónum
Lýsing