Lýsing
Lýsing
Lýsing

Carmen fyri børn

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  16.01.2025 - 10:39 Mentan Tíðindi

Pixi-opera við íblástri úr kendu operuni "Carmen" eftir Bizet verður á Tjóðpallinum komandi vikuskiftið.

Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo “Operetturnar”; 16 gentur í aldrinum 9-15 ár, sum spæla sjónleik og ljóðføri, syngja og dansa.

“Carmen" er ein av populerastu operunum, sum nakrantíð er skrivað, og er hon á tremur við kendum tónum, sum Habanera og Toreador - sum nú eru umyrktir til føroyskt.

Henda útgávan er tillagað til ein yngri málbólk - børn í skúlaaldri. Tó kunnu yngru børn saktans koma, saman við vaksnum.

Leikurin snýr seg um ein leikbólk, sum ferðast runt og sigur søgur um ta kendu Carmen, sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða.

Leikurin er uml. 35 min.

Handrit og leikstjórn: Birita Adela Davidsen

Koreografi: Diana J. Hansen

Hjálparfólk: Anny Joensen Thorsen

Plakat: Kjartan Magnussen

Myndir: HeinesenMyndir

Sýningar verða á Tjóðpalli Føroya

Leygardagin 18/1 kl. 14:00 og 15:30

Sunnudagin 19/1 kl. 14:00

Atgongumerki fáast www.atgongumerki.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…