Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta er ein leikur, tú mást síggja - lættur, festligur og við nógvum góðum tónleiki, tú kennir! | Mynd: Dávur Winther

Forpremiera av Carmen í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  31.01.2025 - 19:40 Mentan Tíðindi

Nýggi barnaleikurin “Hevur tú sæð Carmen?” vitjar Varpið. Í kvøld var forpremiera av Carmen, sum einamest foreldur at teimum 16 væl syngjandi og spælandi leikarunum sluppu at síggja. Tey eru ófør!

Tað er Opera.fo, sum hevur sett upp nýskrivaða barnaleikin “Hevur tú sæð Carmen?" á Tjóðpalli Føroya, við 16 gentum í aldrinum 9-15 ár, sum sungu, dansaðu, spældu ljóðføri og sjónleik. `mogtin kann leikurin síggjast í Varpinum - við ymiskum kórum, við ávíkavíst 8 sangarum úr Havn, og 8 úr Klaksvík.

Talan er um ein fittan barnaleik, ein sonevnd pixi-opera, við íblástri og tónleiki úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar.

“Carmen" er ein av populerastu operunum, sum nakrantíð er skrivað, og er hon á tremur við kendum tónum, sum Habanera og Toreador - sum nú eru umyrktir til føroyskt. Henda útgávan er tillagað til ein yngri málbólk, og snýr seg um ein sigoynaraleikbólk, sum ferðast runt og sigur søgur um ta kendu Carmen, sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða. 

Sýningin er uml. 35 min.

Hetta er ein leikur, tú mást síggja - lættur, festligur og við nógvum góðum tónleiki, tú kennir!

Handrit og leikstjórn: Birita Adela Davidsen
Koreografi: Diana J. Hansen
Plakat: Kjartan Magnussen
Myndir: HeinesenMyndir


Operettur: 

Annika Sigurdardóttir Kristiansen, Alda Akralíð, Bergtóra Glóð Heinesen, Hjørdis Sjóvará Bendtsen, Íðunn Gaard Tróndardóttir, Kristina Holm Johannessen, Rannvá Píl Heinesen, Ria Egilstoft.

Operettukórið í Klaksvík
Elisa í Jákupsstovu, Emma Sjóstein, Eva Lind Sørensen, Eva Schmidt, Hanna Áarskarð, Jemima Hvannastein, Joan Næs, Jonna Steinberg Joensen.

Sýningar verða í Varpinum
Leygardagin 1. februar kl. 13:00 og 14:30
Sunnudagin 2. februar  kl. 16:00 og 17:30


Atgongumerki fáast www.atgongumerki.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit góðtaka ikki niðurlaging av tænastum…
Ferðsluóhapp í Árnafirði
Norð­oyggjar illa dekkaðar av FM sendinet…
Starvs­venjing á KSS gevur ungdómi innlit…
Ítróttafagnaðu­rin 2025 verður í Varpinum
Stór akfør ikki sýnaði í Klaksvík longur
Ítróttartímin úti í Grøv
Lægri kolvetnisskattur skal lokka oljufe…
Jógvan Skorheim er nýggjur í KÍ-starvsne…
Eyðgunn fer ongan veg
Inklusjón er nógv meira enn eitt orð
Ársaðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfel…
5 lið hjá Mjølnir i steypafinaluni
Tók allan seyðin av í haganum
Tjóðveldi ger hondbremsusving
Kunningarkvøld á Glasi um útbúgvingarmøg…
Í londunum kring okkum verja tey egið vi…
Myndarøð: KÍ - Víkingur 3-1
Eftirlýsing: Lands­stýris­fólk at røkja vi…
Samrøða við Theresa Turiðardóttir Kreutz…