Lýsing
Lýsing
Lýsing

So er Dimmalætting aftur á gøtuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.02.2025 - 06:00 Tíðindi

Í blaðnum hesa ferð ber til at lesa um 97 ára gamlan mann, sum herfyri hitti 78 ára gomlu dóttrina fyri fyrstu ferð

 

Summar søgur eru næstan ov góðar til at vera sannar, og soleiðis kann tað kennast við grein í Dimmalætting, sum nú er komin út.

Ein tilvildarlig DNA-kanning hevði við sær, at ein 78 ára gomlu kvinna úr Íslandi fann pápa sín í Føroyum. 97 ára gamli Osmund Joensen visti ikki, at hon var til, men herfyri hittust faðir og dóttir fyri fyrstu ferð. Í Dimmalætting ber til at lesa meira um hesa ótrúligu hending.

Í blaðnum svara 25 borgarstjórar spurningum um skattaprosent, barnafrádrátt og um umstøður hjá barnafamiljunum í kommununi.

Í ískoytisblaðnum Vinna verður tosað við stjórar í nøkrum av stóru fyritøkunum um, hvussu árið í fjør hilnaðist, og hvussu útlitini fyri 2025 eru.

Havnamaðurin Bogi Bech Jensen hevur týðandi leiðarastarv í Danmark, og hann heldur, at føroyingar skulu ikki smæðast við at bjóða seg fram uttanlands, tí føroyingar duga ikki minni enn onnur.

Dimmalætting, sum er 56 síður til støddar, fæst nú til keyps kring landið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…