Lýsing
Lýsing
Lýsing
Um Eyðgunn Samuelsen er á veg úr politikki ella forkvinnusessinum í Løgtingsins Fíggjarnevnd, sum greinari hjá KvF gitti, so veit hon ikki av tí sjálv. | Mynd: Jóhann Lützen

Eyðgunn fer ongan veg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2025 - 18:32 Politikkur Tíðindi

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Løgtingsins Fíggjarnevnd og tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, bleiv eitt sindur kløkk, tá hon hoyrdi greinaran hjá Kringvarpinum í gjár siga, at tað kanska var í umbúna at geva Ingilín D. Strøm hennara sess, nú nevndirnar skulu býtast av nýggjum. Greinarin grundgav við møguleikanum fyri, at Eyðgunn ikki ætlar at stilla upp aftur til komandi val.

– ”Eg gjørdist eitt sindur kløkk, tá eg hoyrdi tað, tí eg havi tað akkurát mótsatt. Eg stórtrívist í politikki, og eg havi ongantíð trivist so væl sum nú, t.e. við teimum sessunum, eg í dag røki, harundir forkvinnusessin í Fíggjarnevndini. Eg haldi eisini, at tað gongur rímiliga væl, og um eg skal siga tað sjálv, so virkar Fíggjarnevndin heilt væl, so eg havi yvirhøvur ikki nakrar ætlanir um at gevast hvørki har ella í politikki”, sigur Eyðgunn við Norðlýsið.

Spurd um hon eisini fer at stilla upp til næsta val, svarar Eyðgunn eisini játtandi. Hon sigur seg trívast væl, hava góða tíð og orku til tað, og at hon brennur fyri tí. Viðvíkjandi nevndarbýtinum sigur hon, at tey ikki eru liðug at viðgera tað, og at hon enn ikki kann siga nakað um, hvat nevndarbýtið endar við, men hon vónar ikki, at hon ikki sleppur at halda fram í sínum sessi.

– ”At vera forkvinna í Fíggjarnevndini er mítt dreymastarv, og mínar royndir koma veruliga til gagns í tí sessinum”, sigur Eyðgunn at enda.

Ongar ábendingar eru tí um, at hald er í søguni um, at Eyðgunn Samuelsen skal vera á veg úr forkvinnupostinum í Fíggjarnevndini ella úr politikki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár