Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd

Stór akfør ikki sýnaði í Klaksvík longur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.02.2025 - 13:40 Tíðindi

Sýnini av stórum akførum verða miðsavnað í Saltangará, Tvøroyri, Sørvági og Tórshavn. Hetta er fyri at tryggja, at sýnini eru einsháttað, skrivar Akstovan í tíðindaskrivi

 

Akstovan skrivar:

Tað er av stórum týdningi, at sýnini av akførum eru eins um landið. Akstovan hevur  tikið avgerð um, at sýnini av akførum yvir 3.500 kg frameftir verða savnað á hesum fýra støðum í landinum: Saltangará, Tvøroyri, Sørvági og Tórshavn.

Hetta hevur við sær, at frá 27. februar í ár verða sýn av stórum akførum ikki longur gjørd á Sandi og í Klaksvík.

Akfør í Sandoynni og Norðoyggjum verða frameftir sýnað í ávikavist Tórshavn og Saltangará.

Krøv til tólini

Broytingin er partur av eini tilgongd, har Akstovan miðvíst arbeiðir við at tryggja, at sýnini eru eins á øllum sýnsstøðum. At sýna stór akfør krevur serligan kanningarútbúnað, sum árliga skal góðkennast av tøkniligum eftirlitismyndugleikum.

Í Saltangará, Tvøroyri, Sørvági og í Havn er góðkendur kanningarútbúnaður til stór akfør.

Tvær ferðir um vikuna

Akfør yvir 3.500 kg skulu til lógarkravt sýn eina ferð um árið. Í Tórshavn eru hesi sýn 2 ferðir um vikuna – týsdag og fríggjadag. Í Saltangará hava sýn verið eina ferð um vikuna, men nú akførini í Norðoyggjum koma upp í hópin, verða sýnini við tíðini víðkað til 2 ferðir um vikuna, eisini týsdag og fríggjadag.

Broytingarnar fevna bert um akfør yvir 3.500 kg, tað vil siga lastbilar, bussar og leguakfør (trailarar). Onnur akfør, eitt nú persónbilar, verða framhaldandi sýnað á Sandi og í Klaksvík.

Broytingin hevur ikki við sær uppsagnir av starvsfólki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Friður á pallinum: Nú er Lloyd klárur
Strandferðslan er ikki meldað
Veðrið um vikuskiftið
Er bilurin klárur til veturin?
Gekk av tí besta at reka í Syðrulíð
ALS gjaldið lækkar
Útróðurin í dag
Randi: - Tørvurin økist á jólahjálp
Stanley sigur sína søgu
Diamant­brúdleyp - Marianna og Knút
Kári: - Fiski­kappingin gevur væl til Dra…
Volapuck útgeva fyrsta staklagið "Mirage…
Geza Turi og Ragnar Poulsen halda fram
Jens Pauli Poulsen til KÍF
KSS: Úrslit av tøttum samstarvi
Elding Business yvirtekur Arctic Import…
Heyst­fagnaður á Eiði: Heyst Kviss í Lækn…
Nýggj poddvarpsrøð: - Eg eri blivin kall…
Kári millum Garðarnar vitjar Norðlýsið
12 umsóknir til starvið sum stjóri í Hei…