Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ítróttafagnaðurin 2025 verður í Varpinum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  07.02.2025 - 14:29 Ítrottur Tíðindi

Í dag undirskrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri, og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, undir sáttmála, sum staðfestir, at Ítróttafagnaðurin komandi trý árini verður í Varpinum í Klaksvík.

 

Tað er ÍSF, sum á hvørjum ári skipar fyri Ítróttafagnaðinum, har føroysku ítróttatalentini, tey sjálvbodnu, leiðarar, venjarar og eldsálir, ið hvønn dag gera eitt stórt arbeiði úti í feløgunum, verða heiðrað.

Í sínum arbeiði leggir ÍSF dent á, at ítróttafagnaðurin ferðast kring landið. Fyrsti faganaðurin verð hildin í Smæruni í Tórshavn í 2018, og Síðan hevur hann verið hildin eitt nú í Fuglafirði og í Runavík.

Karl Johansen, borgarstjóri, er sera fegin um, at ÍSF hevur valt at leggja ítróttafagnaðin í Klaksvik komandi árini.
- Varpið hóskar seg sera væl til hýsa einum slíkum tiltakið, og tí eru vit eisini sera fegin um samstarvið við ÍSF, og gleða okkum at bjóða okkara fremstu ítróttafólkum í Varpið komandi ár.

Ítróttafagnaðurin verður 7. februar 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…